Eitt vandamikið slag av koronu er ikki í Føroyum

Løgmaður varð skakkur, tá ið hann fekk at vita, at korona, sum er staðfest í minki í Danmark, eisini er í Føroyum

Eg varð ikki sørt skakkur, tá ið eg frætti, at eitt nýtt, og vandamikið slag av koronu, eisini varð staðfest í Føroyum. Tað ásannaði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður í løgtinginum fyrr í dag.

Nakað síðani varð eitt nýtt frábrigdi av koronu staðfest í minki í Danmark, men nakað síðani frætti løgmaður – á Facebook, at hetta frábrigdi av koronu varð eisini staðfest í Føroyum. Hann sigur, at tað gjørdi hann ikki sørt skakkan og hann skundaði sær at kanna málið – og hví hann ikki hevði fingið at vita um hetta frá myndugleikunum.

Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi, reisti spurningin í Løgtinginum í dag og hon sigur, at fer eitt nýtt frábrigdi av koronu at ganga í Føroyum, er tað ein nýggj hóttan ímóti okkum.
Tað fyribrigdi av koronu, sum er staðfest í minki í Danmark, og seinni eisini í Føroyum, hevur fingið navnið cluster 5 og tað hevur verið ført fram, at tann stóri vandin við tí, er, at tað koppingrevnið, sum er ment ímóti korona, ikki virkar, sum ætlað.

Løgmaður sigur, at tað eru fýra ymisk frábrigdi av cluster 5 koronavirus, men tað er bara ta eina frábrigdi, sum kann fáa avleiðingar fyri koppingarevni, so at tey ikki virkar so væl, sum tey eigur.

Men tað er ikki hetta eina, vandamikla frábrigdi, sum er staðfest í Føroyum, tí hetta frábrigdi sær ikki út til at hava nakra sum helst avleiðingar fyri, hvussu væl koppingarevnini virka.

Løgmaður sigur eisini, at hesin persónurin, sum fekk hetta cluster 5 frábrigdi av koronu, hevur kanska smittað ein annan, men undir øllum umstøðum er tann smittuketan er brotin, so hetta frábrigdi av koronu er ikki til í Føroyum longur.