U20 EM: Føroyar taptu greitt fyri Fraklandi

Tað blivu 15 mál á muni

Mynd: Eurohandball

HSF skrivar: 

 

Fransmenn vístu sína styrki

 

Hóast vit í løtum sóu gott spæl bæði í álopi og verju, var einki at gera við sterku mótstøðuna.

 

Fyrstu fimm minuttirnar vóru Føroyar omaná. Við klókum álopsspæli og ágangandi verjuspæli vóru føroyar á odda 3-4, tá fimm minuttir vóru spældir. Tað sást skjótt at fransmenn høvdu eina øgiliga kroppsliga styrki og nógva ferð í álopsstøðu. Teir spældu seg skjótt og væl til møguleikar, meðan okkara skuldu brúka nógv orku í álopinum. Verjan hjá Fraklandi var góð, og hetta trýsti okkara til nógvar tekniskar villur, sum góvu skjót mótálop hinvegin.

 

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki fingu okkara fatur í verjuni. Jákup Egholm og Magnus Árason vóru eyðsýndir við góðum verjuspæli, og við trimum skjótum málum var bert eitt mál á muni. Fyrst Magnus Árason tvær ferðir á rað, og síðan Lýðar í Dímun.

 

Seinastu løtuna í fyrra hálvleiki, drógu fransmenn aftur frá. Eftir steðgin hildu teir á har teir sleptu. Tað vóru langar løtur millum føroysku málini, og Frakland spældi seg skjótt til møguleikarnar, og vóru sera effektivir í skotstøðunum. Nógvu mistøkini hjá Føroyum góvu Fraklandi lætt spæl í endanum. Millum annað við fleiri skotum í tómt mál, tá okkara spældu 7 ímóti 6. Hóast føroyingarnir stríddust tað teir kundu, var munurin á liðunum ov stórur til at vit kundu gera nakað við Frakland. Úrslitið kundi verið frægari um mistøkini høvdu verið færri.

 

Pauli Rasmussen varð kosin besti leikarin hjá Føroyum í dag.

 

Næsti dystur verður í morgin, týsdagin 14. juli ímóti Týsklandi. Dysturin byrjar klokkan 17:30. Skrivar HSF. 

 

Dystargongdin Frakland – Føroyar

 

10 min. 6-4

 

20 min. 11-10

 

30 min. 19-14

 

40 min. 25-17

 

50 min. 31-22

 

60 min. 38-23

 

Málskjúttar hjá Føroyum:

 

Jákup Egholm 5 (2)

 

Magnus Árason 4

 

Pauli Rasmussen 4

 

Rúnar Hammer 3

 

Fríði Holm í Innistovu 3

 

Erling Erlendsson 2

 

Lýðar í Dímun 1

 

Jón Eyðunsson Midjord 1

 

Málverjar:

 

Bjarni Gunnarson Jacobsen. 50 min. 3 bjargingar.

 

Ingi Johannesen.  10 min. 1 bjarging.

 

Mynd: Eurohandball