Norski HM-hópurin lendi í øllum góðum á Gardermoen leikvøllinum í Oslo, har túsindtals fólk, mest børn og ung vóru stødd fyri at heiðra stóru hetjum sínum.
Tá viðførið var fingið til høldar gekk ferðin hjá norsku hetjunum til kongsborgina fyri at heilsa upp á Harald kong og kongsfamiljuna. Haraldur, ið er føddur í 1937 er íðin fótbóltsfjeppari sjálvur, og heldur við Arsenal í enskum fótbólti. Sonja drotning er ikki so stórur fótbóltsfjeppari, men hevur alment viðgingið, at undir HM-endaspælinum var eisini hon smittað av stóra HM-fepurinum í Noregi.
VG staðfestir, at Haraldur kongur er sera fegin og rørdur um norska avrikið, ið kemur eitt á eitt turt stað aftaná eitt turbolent ár hjá norska kongshúsinum.
Í sín stað hevur Haraldur sent abbabørnini, Ingrid Aleksandru og Sverra Magnus, og sonin, Hákun Magnus, krónprins fyri at stuðla Noregi til dystirnar í HM-endaspælinum.
VG metir, at minst 100.000 fólk eru savnaði uttanfyri kongsborgina fyri at heiðra stóru hetjunum.
Ætlanin er, at norski hópurin skal koyra ein túr við opnum bussi, so nógv fólk fáa høvið at veittra til teir, og takka teimum fyri eitt hitt fremsta ítróttarbragdið í annars stoltu norsku ítróttarsøguni, har serliga vetrarítróttargreinarnar og kvinnuhondbóltur hava gjørt vart við seg. Í dag er tað tó fótbóltslandsliðið, ið skínur.
##med2##
##med3##













