Tað sigur uttanríkisleiðarin í ES, Kaja Kallas, eftir fund millum uttanríkisráðharrarnar í Brússel mánadagin.
Á fundinum umrøddu ráðharrarnir eitt uppskot frá ES-nevndini um, hvussu trýst kann leggjast á Ísrael fyri at steðga útbyggingini av búsetingunum á Vestara Áarbakka.
– Tað var størstur stuðul til eitt forboð móti handli við teimum ólógligu ísraelsku búsetingunum, sigur Kaja Kallas.
Enn er tó eingin semja um, hvussu ein slík avgerð skal samtykkjast. Summi lond halda, at talan er um eitt handilsmál, sum kann samtykkjast við meiriluta, meðan onnur meta, at talan er um uttanríkispolitisk revsitiltøk, sum krevja einmæli.
Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, sigur, at Danmark stuðlar uppskotinum.
– Tað er týdningarmikið at varðveita møguleikan fyri einari tveystatsloysn. Tí er neyðugt at herða trýstið á tær ólógligu búsetingarnar, sigur hann.
Sambært Løkke hevði Danmark helst sæð eitt fullfíggjað innflutningsforboð móti vørum úr búsetingunum.
Tó hevur Kekkia boðað frá, at landið er sinnað at steðga einum slíkum tiltaki, um tað krevur einmæli.
##med2##












