Tað hevur verið stak friðarligt í partafelagsskránni farnu vikuna. Eitt partafelag er skrásett, meðan eitt er farið á húsagang. Annars eru nakrar nevndarbroytingar skrásettar og onkrar aðrar smáar broytingar.
Nýggja felagið er eitt smápartafelag hjá Rúnari Reistrup, meðan felagið, sum er farið á húsagang hoyrir heima í Froðba.
Herfyri visti in.fo at siga, at Smyril Line keypti flutningsfelagið OCD. Í partafelagsskránni er nú skrásett, at nýggju eigararnir hava tikið sæti í nevndini í felagnum.
Allar broytingarnar í partafelagsskránni síggjast her.