Eiturkoppur er víða um landið

Eiturkoppar hava leingi verið gott lesitilfar, og tað er javnan, at miðlar hava ymiskar søgur um eiturkoppar.

Eiturkoppar hava leingi verið gott lesitilfar, og tað er javnan, at miðlar - bæði stórir og smáir - hava ymiskar søgur um eiturkoppar. Hetta er líka sum vorðið afturvendandi lesitilfar.

 

Á netinum liggur eisini ymiskt tilfar at lesa um, hvørjir eiturkoppar eru vandamiklir, og hvørjir ikki eru tað. Onkur sløg av eituri geva nógva pínu, onnur ikki í sama mun.

 

Á heimasíðuni hjá Jens-Kjeld Jensen liggur lítil søga um tveir eiturkoppar, sum Hanna Joensen á Sandi hevur funnið. Hetta er fyrsta skráseting av slagnum í Sandoynni.

 

- Hetta eiturkoppaslagið er funnið á flestu oyggjum í Føroyum, men hetta er fyrsta skráseting av slagnum í Sandoynni. Hanna Joensen fann hesar á Sandi hin 4. september í ár.

 

Á heimasíðuni hjá Jens-Kjeld Jensen verður upplýst, at hesin eiturkoppurin, sum nú eisini er funnin í Sandoynni, kallast Tegenaria domestica - og á donskum "den lille husedderkop".