Eivør aftur í Íslandi

Fyri jól hevði Eivør fleiri sera væl vitjaðar og góðar framførslur í Reykjavík. Tíanverri gjørdist Eivør sjúk og mátti tí avlýsa seinastu konsert sína. Men leygarkvøldið traðkar hon aftur á pall í Íslandi.

Eivør fer saman við íslenska croonaranum Raggi Bjarna, 40 tónleikarum og einum 60 manna stórum kóri á pall í Háskólabíó tvær ferðir. Fyrra konsertin, ið verður kl. 17, er longu útseld, meðan enn eru nøkur atgongumerki til eykakonsertina kl. 20.

Raggi Bjarna er farin um tey sjeyti, og hevur verið eitt stórt navn í íslendskum tónleiki síðan fimti árini.