Eivør er høvuðsnavn á Tønder Festivalinum

Á heimasíðuni hjá Tønder Festivalinum verða heiðursplássini givin til Eivør, ið er vorðin eitt stórt navn í lítla suðurjútska býnum.

At Eivør eigur nógvar fjepparar í Tønder er eingin loyna, hetta sást millum annað aftur, tá hon vitjaði Tønderhøllina í desember í sambandi við DMA Folk. Tað kvøldið vann Eivør heiðurslønirnar sum besta songkvinna innan danskan fólkatónleik og fyri bestu fløgu við vísusangi. Í døgunum 24.-27. august verður árligi Tønder Festivalurin, og Eivør er eitt av høvuðsnøvnunum á festivalinum. Á heimasíðuni hjá festivalinum, er tað myndin av Eivør og tveimum øðrum, ið prýðir forsíðuna har ein velur mál. Eingin sleppur sostatt inn á síðuna uttan at síggja føroysku songkvinnuna, komin innum er tað myndin av Eivør einsamallari, ið prýðir síðuna.
Eftir Tønderfestivalin í fjør fýltist ummælarin hjá  jp.dk á, at konsertin við Eivør konsertin ikki var nóg long, tí honum hevði dámt at lurta í minst ein tíma afturat, og við luttøkuni á ársins festivali fær ummælarin ynski uppfylt. Ummælarin skrivaði eisini at hennara rødd gjørdist stórsta upplivingin á endakonsertini á festivalinum.  I perioder brugte hun stemmen som sit andet instrument foruden guitaren og frembragte stemninger af drama eller skønhed ved ordløs sang - en slags usynlig keyboard. For at udføre dette uden mislyde kræves der megen træning og erfaring, men trods sin alder har Pálsdóttir allerede prøvet meget i et krydsfelt mellem klassisk, folk, jazz og rock.
Eivør luttók fyrr í ár á Roskilde Festivalinum, og eisini á heimasíðuni hjá hesum festivali eru lovorðini til føroysku songkvinnuna stór. Festivalurin skrivar á heimasíðu síni, at fólk beinanvegin kunnu læra seg navnið á Eivør, ið leveraði eina av vakrastu konsertunum á lounge pallinum í ár.