Eivør savnar fortíðina

Í dag er útgávudagurin av nýggju fløguni hjá Eivør Pálsdóttir, Eivør LIVE, sum nú vil víðari við síni lívsleið, og endar hetta tíðarskeiði við einari nýggjari LIVE útgávu. Eivør Pálsdóttir hevur í mong ár verið ein av okkara fremstu songkvinnum, og hon hevur verið at hoyrt í nógvum ymiskum høpum. Tað byrjaði alt við ársins songrødd og Clickhaze, og síðani hevur Eivør sungið við nógvum ymsikum tónleikarum og bólkum.

 

Vil ganga nýggjar leiðir

Nú vil Eivør Pálsdóttir savna tað gamla saman í eina fløgu, tí nú vil hon royna nýggjar leiðir, og fer í komandi árið yvir til meira rokk kendan tónleik.

-Eg vil við hesari fløguni geva eina uppsavning av tí gomlu Eivør, tí í 2010 kemur ein nýggj fløga út, sum ikki minnir um tað, sum eg áður havi gjørt. Tað eru millum annað tríggir limir úr Clickhaze, sum eru við á tí fløguni, sigur Eivør Pálsdóttir við Rás2 í dag.

 

Ein mynd av lívsleiðini

Nýggja fløgan er ein sigandi mynd av lívsleiðini hjá Eivør. Har eru LIVE upptøkur frá millum annað Japan, Íslandi og Týsklandi, og Teitur Lassen og Petur Pólson eru gestasangarar á fløguni.

-Eg og Teitur framførdu samstundis í Íslandi fyri tíð síðani, og vit endaðu so bæði í einari útvapssending. Tey bóðu okkum um at syngja okkurt saman, og vit royndu okkum við sanginum hjá Nikolinu á Kamarinum, Mær Leingist, sigur Eivør Pálsdóttir.

 

Á fløguni er eisini ein útgáva av lagnum Hanus G. Johansen, Saknur, umframt fleiri av egnu løgunum hjá Eivør.

 

Fløgan kemur í handlarnar í dag, og Eivør verður í Tutl Handlinum á Káta horninum í dag, har hon eisini fer at undirskriva fløgur og framføra LIVE.