Hon er kvinnan, sum altíð hevur torað at gingið egnar leiðir, letur seg ikki stýra av, hvat onnur halda, og so hevur hon frá heilt ungum árum av verið púra vís í, at dreymastarvið skuldi blíva til veruleika.
- Longu sum smágenta plagdi eg at skriva í vinkonubøkur, at eg vildi verða sangarinda sum vaksin. Í roynd og veru havi eg ongantíð ivast í, at eg vildi fáast við sang og tónleik og kunna liva av tí sum vaksin, sigur 29 ára gamla Eivør Pálsdóttir. Í meir enn 10 ár hevur hon fingist við tónleik og verið á konserferðum um allan heimin. Konsertir sum aloftast eru útseldar. Fyri stuttum gav hon út sína nýggjundu fløgu, sum ber heitið ”room”. Sjálv heldur songfuglurin úr Gøtu, at nógv er broytt, síðani hon gav út fyrstu fløguna í 2000.
- Alt tað, ið tú upplivir, er við til at forma teg sum menniskja og er við til at innrætta og skapa tað rúmið, tú hevur innan í tær. Tað er eisini hetta, sum er tema á míni nýggju fløgu.
Lívið er broytt
Nógv er broytt, síðani tann tá 13 ára gamla Eivør vann sangkappingina ”Ársins Songrødd”, og eisini tá hon sum 15 ára gomul var við í bólkinum Clickhaze. Serliga eru tað tvey tey seinastu árini, sum hava havt stóra ávirkan á Eivør.
- Tvey tey seinastu árini verið rættiliga ekstrem. Ekstrem upp á fleiri mátar. Tá eg hugsi um tað í dag, so er tað, sum um at eg havi svomið í einum havi við ótrúliga sterkum og ymiskum kenslum, og lívið hevur víst seg frá sínum myrku og hvøssu síðum, samstundis sum tað eisni hevur givið mær ljós og gleði, sigur Eivør og heldur fram:
- Eg upplivdi at missa eina stóra fyrimynd, sum var pápi mín. Ein stór sorg og saknur, sum ikki kann lýsast við orðum. Alt hetta var samstundis, sum eg møtti Tróndi, sum í dag er maður mín. At uppliva hesar kenslur og hendingar, alt innan tvey ár, hevur sjálvandi havt eina stóra ávirkan á meg, sigur Eivør.
Í summar giftist hon Tróndi Bogasyni, og umframt at hava fingið heitið kona, so kann Eivør eisini kalla seg pappmamma at seks ára gomlu Tóru.
- Ja, tað er víst, at tað er alt ein stór broyting, men tað kennist ótrúliga rætt og nattúrligt. Tað er, júst sum at heimurin er blivin meira opin og ikki minst litríkari, nú tað ikki bara eri eg men vit trý, sigur Eivør og smílist.
Arbeiðir við manninum
Nýggja fløgan hjá Eivør vísir eisini, at broytingar eru farnar fram í lívinum hjá einum av føroya bestu songkvinnum. Sum nakað nýtt hevur Eivør sjálv framleitt fløguna, og tað hevur hon gjørt saman við Tróndi.
- Tað fall rættuliga náttúrligt, at vit skuldu framleiða hesa fløguna saman. Tað byrjaði við, at eg leitaði nógv til hasara við sangskrivingini, tí hann gav mær tann konstruktiva kritikkin, sum eg føldi, at eg hevði brúk fyri fyri at bróta onkrar gamlar vanar og mynstur. Tað riggaði so mikið væl, at vit avgjørdu, at vit saman skuldu framleiða fløguna, sigur Eivør, sum fegnast um, at tey bæði eisini samstarva væl, tá ið tað umræður tónleik.
- Eg haldi, at vit skilja hvønn annan ógvuliga væl, og vit tora at vera erlig, greiðir Eivør frá og leggur afturat:
-Eg havi eisni leitað mær til onnur dugnalig fólk sum Teit og Canadiska rithøvundin Marilyn Bowering, og tey hava eisni givið mær nógv. Tað hevur verðuliga verið gevandi at tora at vera nakin og deila sínar tekstir og sangir við øðrum. Tað er eymt og ótrúliga mennandi, sigur Eivør.
Sum nakað nýtt verður eitt ljóðføri nýtt á fløguni, sum hon ongantíð áður hevur havt við á nakrari fløgu hjá Eivør.
- Eg havi ongantíð fyrr brúkt klaver. Kanska tí eg altíð meira havi verið ein guitar-genta. Men hesaferð eru nógv av arrangumangunum bygt uppá klavermynstur, og tað er eitt nýtt twist til mínar sangir, sigur Eivør og lýsir fløguna soleiðis:
- Um eg skal lýsa ljóðið á fløguni so er tað kanska ein góð blanding av tí gamla meira fólksliga, sum eg plagdi at gerða og tí meira elektroniska frá “Larvu”. Men í grundini kennist hetta heilt nýtt og frískt fyri meg. Eitt sum er so gott er at eg bæði kann sita og spæla løgini einsamøll við mínum gittara ella hava eitt 7-manna orkestur við mær. Bæði tingini rigga, og tað er ein stór fríheit.
Dreymurin mundi brostið
Eingin ivi er um, at Eivør er komin langt við sínum serligu sanggávum. Orsøkirnar til at gentudreymurin hjá Eivør er blivin til veruleika eru fleiri. Umframt eyðssýndu gávurnar at syngja hevur hon alla ta tíðina, hon kann minnast, havt stóran áhuga fyri tónleiki og at framføra.
- Ein av fyrstu ferðunum, eg framførdi, var á eini sølustevnu í Runavík, og eg var 12 ára gomul, og einasta ljóðførið, eg hevði afturat mær á pallinum, var ein bassur. Sjálvt um beinini skulvu sum gelé, visti eg, at hetta var tað eg vildi gera. Meir enn nakað annað, sigur Eivør. Serliga vóru tað kjallaraorkestrini í Gøtu og í Leirvík, sum kveiktu í neistanum um at gerðast tónleikari burtur av.
- Eg lærdi nógv, tá eg var við í teimum ymsu bólkunum. Serliga tíðin í Clickhaze og Ivory gav mær nógv og menti meg nógv. Fyri meg var besti skúlin at fara út at spæla tónleik saman við góðum, seriøsum tónleikarum, ið kundu hála meg upp á teirra støði, greiðir Eivør frá. Sum 17 ára gomul sang hon so mikið nógv til konsertir og onnur tiltøk, at tað var um reppið, at gentudreymurin um eitt lív sum sangarinda brast.
- Eg sang hvørt vikuskiftið og vandi skalaðir ella við bólkum meir ella minni hvønn einasta dag. Røddin fekk ongantíð neyðugu hvíldina, og sjálv hevði eg ikki røttu sangtøknina og hevði ikki tað sama nærforholdið við mína rødd, sum eg havi í dag, sigur Eivør. Allir teir mongu tímarnir við sangi og ov lítlum kunnleika í sangtøkni gjørdu, at hon brádliga bleiv hás og fekk næstan ikki sungið.
- Røddin kollapsaði, og tað var ein veruligur niðurtúrur. Tað var einasta ferðin, har eg havi hugsað um at gera okkurt annað enn at liva av mínum sangi, fortelur Eivør. Hon fór til ein sangpedagog, sum var í Føroyum tá, og nakað aftaná fór hon til Íslands, soleiðis at røddin kundi koma fyri seg.
- Í Íslandi gjørdi eg ymiskar ræddarvenjingar, men annars tagdi eg tað mesta av einum ári, so at røddin kundi hvíla. Eisini var eg hjá talupedagogi, so mann kann siga, at eg skuldi veruliga byrja av nýggjum, sigur Eivør, sum tó ikki sat hendur í favn og bíðaði eftir røddini.
- Sjálvt um tað var ein hørð uppliving fyri meg, so var tað góða, at eg fór undir at mála. Eg málaði so mikið nógvar málningar, at eg hevði eina framsýning við tí, eg hevði málað. Tað var góð terapi fyri meg, og eg kundi útrykkja mínar kenslur og boðskap í formi og liti. Eisini var hetta ein umráðandi tíð, har eg lærdi nógv um mína songrødd, og um hvussu hon reint tekniskt arbeiddi í mínum hálsi, tá eg sang.
Lætt at vera kend
Røddin hjá Eivør fekk neyðugu hvíldina í Íslandi, og eisini fekk Eivør læru innan sangteknikk, soleiðis at hon í dag veit, hvussu hon sleppur undan at overva røddina. Og tað er vitan, sum er neyðug at hava, tí Eivør syngur framvegis nógv og hevur heili átta fløgur á baki. Hon samstarvar við fleiri av teimum dugnaligastu tónleikarunum bæði í Føroyum og í útlandinum og hevur stórar framførslur.
Flestu føroyingarnir vita, hvør evnaríka songkvinnan úr Gøtu er, og í londunum rundan um okkum er hon heldur ikki ókend.
- Eg havi ongar trupulleikar av at vera ein almennur persónur. Eg haldi bara, at eg eri von við tað og síggi tað sum nakað positivt, sigur Eivør og leggur afturat:
- Tað er sjálvandi altíð stuttligari at vera ein almennur persónur, tá tað gongur væl, men tá tú ert eitt kent andlit, mást tú eisin taka við, at alt er alment, eisini tað, sum tú helst vil halda fyri teg sjálva og tíni nærmastu, greiðir Eivør frá. Ein av orsøkunum til at henni dámar væl at ferðast heim til Føroyar er, at her eigur hon góð vinfólk og familju, og hon kennir seg heima í føroyska umhvørvinum.
- Føroyingar eru so avslappaðir og fittir, so eg haldi meg kunna siga, at tað er lætt at vera almennur í Føroyum, fortelur Eivør. Tó eru løtur, har tað vildi verið nakað lættari, um eingin visti, hvør hon var.
- Tað er ikki so stuttligt, um tú onkran dag ert í ringum lag og kanska ikki hevur tað so gott. Tá vilja øll fólk helst hava frið. Eisini kann tað til tíðir vera strævið, tá full fólk vilja práta í býnum. Tað sum eg serliga havi skula vant meg við er, at øll halda seg vita, hvør tú ert sum persónur og hava eina meining um teg og tað, tú gert, greiðir Eivør frá. Í sama viðfangi er hon skjót at greiða frá fyrimununum við at vera eitt kent navn.
- Tað góða er, at eg kenni tað ikki, sum at eg allatíðina skal prógva nakað. Nógv mugu stríðast fyri at verða sædd og hoyrd, og tað havi eg eisini roynt. Nú kann eg í stóran mun gera mítt arbeiði í frið og náðum. Í dag er tað ikki so farligt, um onkur heldur, at eg líkist einum kavamanni, ella um onkrum ikki dámar tað, eg takist við. Eg hvíli í tí, sum eg geri, og eri fegin um at hava trúfastar lurtarar her heima og aðrastaðnis í heiminum, sum seta prís uppá mín tónleik sigur Eivør.
Er altíð til arbeiðis
Eivør stórtrívist í nýggju tilveruni, har familjulív og sangkarrieruna at ganga hond í hond.
- Eg ferðist nógv, og sjálvandi kundi eg viðhvørt hugsað mær at verið meira heima. Hinvegin planleggi eg tað, soleiðis at tað eru hol í kalendaranum, sigur Eivør. Sjálv hevur hon torført við at ímynda sær at hava eitt meira vanligt arbeiði frá 8 til 16.
- Viðhvørt hevði eg tímað tað. Tað má vera deiligt, at at kunna leggja arbeiðið frá sær klokkan 16 og fara heim at gera okkurt annað. Eg eri altíð í gongd og føli altíð, at eg má gera okkurt til nyttu. Tað kann nokk bæði vera ein dygd og ein veikleiki at hava tað soleiðis, sigur Eivør, ið hevur funið seg til sættis við, at hon ofta arbeiðir, tá onnur hava frí.
- At vera nógv burtur og upptrakka, tá ið vinir og onnur hava fríð í vikuskiftunum, kann til tíðir kennast einsligt, og eg sakni ofta vinfólkini. Men samstundis hevði eg ikki ynskt mær tað annarleiðis, tí tað gevur mær so ómetaliga nógv at spæla tónleik, og eg haldi ikki, at eg hevði dugað ella kunnað verið tað fyri uttan. Eg havi góð fólk rundan um meg, sum gera eitt gott arbeið fyri meg, og eg eri æviga takksom fyri Sigvør, sum er mín umboðskona og hevur fylgt mær ígjøgnum alla hesa tíðina, sigur Eivør. Hon heldur ikki, at hon hevði kunnað havt ein arbeiðsdag eins og flest onnur.
- Tá tað kemur til stykkis, so hevði ein 8-16 arbeiðsdagur ikki rigga hjá mær. Eg eri ikki serliga góð til hatta har við tíðum og reglum. Eg eri eitt b-menniskja og týpan, sum kann finna upp á at hanga hillar upp á veggin, tá klokkan nærkast midnátt ella baka eina kaku á miðjaru nátt. Oftast eri eg eisini mest kreativ seinnapartar og um kvøldarnar. Tá alt kemur til alt, føli eg meg hepna at kunna liva av tí, eg altíð havi droymt um at gera, og eg hvíli í tí meir enn nakrantíð.
Komandi dagarnar fer Eivør at hava útgávukonsertir á hesum støðum:
14. september í Tøting
15. september í Løkshøll
16. september í Norðurlandahúsinum