Eivør útsett fyri mangt og hvat

Fløgan við Eivør Pálsdóttir og DR Big Band er stór og góð og víðfevnd. Ein stórur gloypubiti, har ein tó kennir teir góðu og kendu smakkirnar aftur, men hesaferð kryddraðir øðrvísi

Big Bandið hjá Danmarks Radio hevur megnað at fingið í lag útgávu, har gávuríka songkvinnan Eivør Pálsdóttir er við. Og í júst umvendari raðfylgju tykist tað øvugt, at fløgan eitur  ?Trøllabundin, Danish Radio Big Band & Eivør Pálsdóttir?.
                      Tað átti sjálvandi at verið Eivør fyrst og síðani stóri hópurin av dugnaligum tónleikarum.
                      Tað ber fløgan í hvussu er prógv um. Tí tað er í stóran mun Eivør, ið gevur útgávuni flog.
Staðfestast kann eisini, at hetta er ein útgáva av teimum stóru og góðskumiklu.
 
Útsett
Á fløguni eru løg, ið vit kenna  frá undanfarnum útgávum. Men her eru tey útsett fyri fleiri og  øðrvísi ljóðføri. Útsetingin er ein onnur, men tó ikki so ólik teim undanfarnu.
                      Men hetta er øðrvísi, spennandi, fleirfalt, stórt (big) og fleiri tónar eru at spæla við. Okkurt spennandi og heldur disharmoniskt.
                      Men harvið er ikki sagt, at hetta er tað, ið fellur lættast hjá breiðu lurtarafjøldini, uttan at niðurgerða nakran.
                      Men á ein hátt er hetta, sum at koma at kenna Eivør aftur. Jazzkenda sniðið minnir meira um upprunan og hennara fyrstu fløgu við Ivory. Hetta sagt, eftir at tónarnir við Eivør og Bill Bourne hava ljóðmað longi. Har er talan um tað meira fólksliga. Og í øllum hesum sæst so eisini, at Eivør spennir víða í sangvirksemi sínum.
                      Frálíka guitarsolospælið í Mín Móðir er kærkomið frávik hjá teimum, ið halla meira til vísu og rocktónleikin. Annars er at siga, at nógv kingo- og kvæðakent at hoyra.
                      Lær meg Guð at Liva er meira jazzkent, og at útseta Guð fyri jazz er heldur forkunnugt á føroyskum. Men tað riggar.
 
Big
Hetta er ein stór útgáva. Bæði skilt sum góð og frálík, men eisini við teim mongu tónleikarunum, sum nú einaferð mynda eitt Big Band.
                      Har eru eini 20 - 25 tónleikarar, mest mannfólk, ið so dugnaliga passa blásturin og ymiskt annað. Men tað skerst ikki burtur, at tað er Eivør, ið ber útgávuni uppi, so allur blásturin ikki er til fánýtis og fer unidir kav.
                      Hinvegin er tað eisini meiningin.Hon skal bera útgávuna og restin vera undirlag. Soleiðis verður spælt og soleiðis er útsett í stóran mun.
                      Og annan veg er vert at skriva sær handan bæði oyru,  at tað er ikki ein og hvør, ið fær áheitan frá DR Big Band. Men samstarvið millum Eivør og Bigbandið er eydnast.
                      Gleðiligt og spennandi er eisini, at í næstum fara tey á pall saman í Keypmannahavn í Copenhagen JazzHouse.
 
Samanumtikið kann stutt sigast um fløguna Trøllabundin, at hon riggar. Ein skal tó gera sær greitt, at her er tað bigband tónleikur, ið setur dagsskránna, tó at Eivør og hennara tilfar bera hesum uppi.
                      Flott og væl avstaðfarið.
Fløguhúsin boðar longu frá byrjan frá góðum. Sera snotiligur og við góðum myndum, har Eivør vát og trøllslig kemur úr vatninum (onkur teskaði greinskrivaranum, at hetta er tikið í Bláa Lóninum). Í øllum førum riggar tað, og kámu og glarkendu millumsíðurnar seta eisini rætta dámin á.
                      Jú, ein kann og skal spæla fløguna ofta. Oftari og oftari. Hvørja ferð okkurt at gerast trøllabundin av. Kanska er navnið ikki komið av ongum!



(greinin stóð í leygardagsútgávuni)