AME
Eivør Pálsdóttir gleðir seg at fara á pall, tá Atlantic Music Event verður um vikuskiftið. Tað er langt síðani, at hon hevur verið á føroyskum palli, og Eivør hevur sett saman blandaða sangskrá, har bæði nýtt og gamalt sleppur við.
- Nú er tað so, at ein skal ikki spæla so longi, men eg spæli eini 7 sangir, og harav eru eini 3, sum eru við á nýggju fløguni. Annars er skráin blandað, sigur Eivør, sum eisini hevur sett ein nýggjan bólk saman.
- Benjamin Petersen spælir guitar. Honum havi eg ikki spælt saman við áður, hann er sera dugnaligur gittarleikari, og eg gleði meg til at fáa hann við á pallin. Mikal Blak spælir bass, Unn Patursson syngur kór, Rógvi á Rógvi spælir trummur og Magnus Johannesen tangentar, sigur Eivør, sum eisini fegnast um Norðurlandahúsið sum karm um AME, tí henni dámar væl húsið.
Ikki kapping
Um AME tiltakið sum heild sigur Eivør, at hon fegnast um, at talan nú er um eitt tónleikatiltak, í mun til tíðina við Prix Føroyar, har talan var um kapping.
Í 2001 vann Eivør Prix Føroyar saman við bólkinum Clickhaze.
- Slík tiltøk eru umráðandi, og tað hevði veruliga nógv at siga fyri okkum tá. Men mær dámar væl, at tað nú er eitt tiltak, ístaðin fyri kapping. At kappast innan tónleik og list hevur óivað sínar dygdir og vansar, metir Eivør, sum er væl nøgd við AME tiltakið í Íslandi, og hon gleðir seg til AME í Føroyum.
Tekur upp hjá Van Morrison
Eivør vann sangskrivarakappingina, sum Norðurlandahúsið skrivaði út undan AME. Um vinnaralagið sigur Eivør, at tekstin hevði hon liggjandi í umleið eitt ár.
- Hetta er eitt slag av troystarsangi. Íblásturin kom frá eini vinkonu, sum ikki hevði tað so gott júst tá, og frá vinfólki annars og frá mær sjálvari, sigur Eivør.
Eivør vann høvuðsvinningin á 75.000 krónur og pengarnir koma væl við, sigur Eivør.
- Eg eri í ferð við at gera nýggja fløgu lidna, sum væntandi kemur út um hálvan juni. Hetta er mín dýrasta fløga nakrantíð, og tí komu pengarnir væl við. Eg havi verið í upptøkuhølunum í eitt hálvt ár og nú er bert eftir at ljóðblanda, greiðir Eivør frá.
Alt er upptikið í Írlandi og har verður eisini ljóðblandað. Talan er um upptøkuhøli, sum U2 hava átt, og sum Van Morrison nú eigur, og sambært Eivør er talan um góð upptøkuhøli, har hon trívist væl.
Fyrstu smakkroyndirnar av nýggjum tilfari frá Eivør verða tó at hoyra, tá Eivør og bólkur hennara fara á pall til Atlantic Music Event um vikuskiftið.