Eivin Dam 70 ár

Í morgin, sunnudagin 16. oktober, verður Eivin Dam í Havn 70 ár. Eivin var í mong ár ein av fremstu fótbóltsspælarunum í Føroyum.

Foreldrini vóru Anna og Erik Dam. Tey búðu í Sjúrðargøtu, og Eivin vaks tískil upp sum rabarba, sum tað plagdi at verða nevnt. Anna og Erik fingu níggju børn - William, Anna Poulina, Brynjolv, Frank, Helena, Tróndur, Una, Torbein og Eivin. Eitt av lyndiseyðkennunum hjá teimum hevur verið, at tey hava verið sera fryntlig og fyrikomandi, og hetta er ikki minst galdandi fyri 70 ára føðingardagsbarnið.
Trý teirra doyðu blaðung av sjúku. Helena í 1942, og Anna Poulina og William í 1946. Hini búsettust øll í Havnini. Eftir á lívi eru Frank, Una og Eivin.
Eivin lærdi til elektrikara hjá Einari Mikkelsen. Eftir at hava arbeitt hjá Einari Mikkelsen, fór Eivin í starv hjá SEV, og har var hann, inntil hann í 2003 fór úr starvi.
Í 1950 fór Eivin at spæla á dreingjaliðnum hjá HB. Í 1952 var hann onkra ferðina á 1. liði, og frá 1953 og til 1968, tá ið hann gavst at spæla fótbólt, var hann á besta HB liðnum. Nógvu tey fyrru árini var Eivin sera málsøkin miðframherji, sum hevði framúr gott skot, og tey seinnu árini var hann miðverji. Ikki minst tá komu góðu evnini at lesa spælið honum og HB til góðar.
Eivin var fyrstu ferð á landsliðnum í 1955 - sama árið sum hann var við til at vinna fyrsta FM heitið yvirhøvur til HB - og hann spældi fimm landsdystir. Tveir vóru móti Íslandi B, og tríggir landsdystir vóru móti Hetlandi. Eivin skoraði fimm mál á landsliðnum. Tey gjørdi hann øll, tá ið Føroyar 20. august í 1961 í Gundadali vunnu 6-1 á Hetlandi.
Eivin hevði hegni til so mangan ítrótt, og hann royndi seg eisini í øðrum ítróttargreinum enn fótbólti. Hann róði kapp við bátum hjá Havnar Róðrarfelag, hann vardi í fleiri ár málið hjá Neistanum í hondbólti, og hann var eisini stinnur borðtennisspælari. Í 1961 vann hann saman við Birgiri Hansen FM í tvímansleiki. Teir umboðaðu borðtennisfelagið Roynd.
Eivin Dam er giftur Lilly, sum er ættað úr Nesinum í Vági. Tey bygdu á trøðni, sum pápin hevði í Marknagili, og har búgva tey framvegis. Lilly og Eivin eiga trý børn - Hans, Eilen og Einar. Eilen býr í Vági, og dreingirnir búgva í Havnini. Eivin eigur seks abbabørn - tvær gentur og fýra dreingir.