Eivind av Reyni eigur nú Auto Service ­

P/F Meinhardt Arge hevur selt alt bilvirksemið og verkstaðarbygningin við Oyggjarvegin til Eivind av Reyni, sum hevur stovnað nýggja fyritøku at dríva virksemið undir navninum Auto Service.

Eivind av Reyni hevur í dag yvirtikið bilvirksemið og verkstaðarbygningin hjá P/F Meinhardt Arge við Oyggjarvegin í Havn. Eivind av Reyni eigur frammanundan Reyni Service, ið ivaleyst er Føroya størsta bilasøla, við umboðan fyri merkini Toyota, Lexus og Iveco.
 
Alt virksemið hja P/F Meinhardt Arge heldur fram, í nýggja felagnum Auto Service. Auto Service var gamla navnið hjá fyritøkuni fyritøkuni Meinhardt Arge. Auto Service verður nú systirfelag hjá P/F Reyni Service. Longu kl. 10.30 í dag varð telefonsvarin hjá Auto Service broyttur, soleiðis at tú nú ringir til Auto Service.
P/F Meinhardt Arge umboðar bilmerkini Opel, Saab, Peugeot og Nissan í Føroyum, og har starvast, sum er 23 starvsfólk. Hesum stendur í boði, at halda fram í starvi, tó heldur stjórin Finnbogi Arge ikki fram í nýggja felagnum. Stjóri fyri Autoservice er galdandi frá í dag Árni Rasmussen, sum higartil hevur virkað sum stjóri í Reyni Service
 
Finnbogi fær nýggjar avbjóðingar.
P/F Meinhardt Arge heldur fram, men fer burturúr bilasølu, Finnbogi Arge stjóri sigur, at enn er ikki avgjørt hvør næsta avbjóðingin verður. Men hann sigur seg gleða seg til hana. Sjálvandi er tað trupult at fara frá góðu starvsfeløgunum og viðskiftafólki, men av náttúru eri eg soleiðis, at mær dámar væl nýggjar avbjóðingar, sigur Finnbogi.
Hann greiðir frá, at hetta er ikki ein søla av familjufyritøkuni, men søla av virkseminum hjá fyritøkuni. Hann hevur fylgt við í teimum bygnaðarbroytingum, sum eru í vinnulívinum. Størri eindar seta dagsskránna. Hetta hava vit t.d. sæð í matvøruídnaðinum, har SMS situr á alt fleiri handlum. Men eisini í bilídnaðinum henda somu broytingar. Hann væntar, at um fá ár verða umleið fýra eindir innan bilasølu í Føroyum. Hann metir tí, at hetta er rætta løtan at selja.
Spurdur sigur Finnbogi Arge, at alt bilvirksemið er selt, og Meinhardt Arge eigur hvørki lut í Auto Service ella Reyni Service, hetta hevur heldur ongantíð ligið í kortinum, ella verði uppi og vent.
 
Tryggar karmar
Høvuðsendamálið við søluni var at veita øllum teimum dugnaligu starvsfólkunum í felagnum tryggar karmar. Tey hava eina høga góðsku og nógva vitan, ið eigur at sleppa at virka í felagnum í nógv ár fram. Eivind av Reyni hevur prógvað, at hann er serstakliga dugnaligur og hevur verið ein udangongumaður innan bilsølu, sigur Finnbogi. Hann ynskti at selja til júst Eivind, tí hann er tann rætti at tryggja framtíðina hjá Auto Service.
 
Spennandi fyritøka
Eivind av Reyni sigur eins og Finnbogi Arge, at bygnaðarbroytingarnar í vinnulívinum eru ein av orsøkunum til keypið. Men, at talan somuleiðis er um eina øgiliga spennandi fyritøku. Bilsløgini, sum Auto Service umboðar eru stór t.d. Peugeot, ið er eitt tað mest selda slagið í Danmark, og Nissan og Opel eru somuleiðis kend bilsløg. Eisini liggur fyritøkan serstakliga væl fyri, hølini eru eisini væl eygnaði til endamálið. Onkur smávegis broyting verður tó at síggja, t.d. skal kjallarin takast í nýtslu sum framsýningarhølið.
Fyri eini tíð síðan keypti Reyni Service stykkið framman fyri hjá P/F Meinhardt Arge, ætlanin var at gera eina bilasølu har, ið umboðaði eitt bilslag. Men nú verður hetta stykkið eisini partur av Auto Service, sigur Eivind.
Hann vónar eisini, at starvsfólkið alt heldur fram, tí talan er um sera dugnaligt fólk.
 
Møguleiki at spara
Fyritøkurnar fara sambært Eivindi av Reyni at virka í kapping við hvør aðra. Tí er ikki á tann hátt talan um eina stóra eind. Men møguleikar eru at spara á ávísum økjum, sum t.d. við felags innkeypi av olju og dekkum o.t., ið ikki er treytað av bilslagið.
Eivind av Reyni valdi ikki at leggja fyritøkurnar saman, tí talan eru um tvey sjálvstøðug verkstøð og bilsølur við øllum fasilitetum, hvørkið av støðunum hevur neyðugu umstøðurnar til at húsa so nógvum bilsløgum, so hetta var eitt náttúrligt val,­ sigur Eivind.