Ekkó av G!

Fyribils metingarnar hjá fyrireikarunum aftanfyri G! festivalin benda á, at millum 3 ? 4000 fólk hava vitjað festivalin hvønn dagin

G!, Syðrugøta: Mjørkin hongur tungur niður yvir fjøllini, meðan nakrir terradropar, sum seinni gerast til eitt æl og bæði tvey, detta spakuliga niður á tekjurnar, vegin, sandin og øll tey vitjandi í bygdini. Bygdin er á tremur við fólki. Glað fólk í øllum aldri eru at síggja. Tað er fríggjadagur á G!
Mitt uppi í bygdini standa eini reyð hús. Tey síggja út sum eini púra vanlig sethús, men innanfyri hevur verið koyrt við hátrýsti seinastu dagarnar. Inni í hesum húsunum hevur tann størsti parturin av arbeiðnum í sambandi við G! festivalin nevniliga gingið fyri seg.

---

Nú G! festivalurin er liðugur, er tað ikki sørt, at tað kennist tómligt hjá teimum, ið hava arbeitt við spitaranum í botni seinastu vikurnar.
Syðrugøta var um vikuskiftið karmur um størsta tónleikatiltak av sínum slag her á landi, og var bygdin eisini vitjað av millum 3-4000 fólkum hvønn dagin. Hetta eru tó enn bert leysligar metingar.
? Endaligu tølini eru ikki gjørd upp enn, men vit hava selt tað, vit ætlaðu at selja, sigur Jón Tyril, formaður fyri G! festivalin.
Um vikuskiftið vóru millum 3 og 400 fólk í sving báðar dagarnar, og tilsamans arbeiddu tey eini 1.300 arbeiðstímar.

---

Inni í teimum reyðu sethúsunum er næstan heilt deytt. Tónarnir frá norska bólkinum, Gåte, hoyrast um alla bygdina. Eisini niðan í G! skrivstovuna.
Inni í stovuni er høvuðsskrivstovan. Har standa teldur lið um lið. Mitt á gólvinum stendur ein kombinerað fax- og kopimaskina.
Á veggunum er stórt sæð onki prýði uttan tær mongu G! plakatirnar. Á tí eina vegginum hanga nakrar viðvendar plakatir, har tær ymisku praktisku uppgávurnar eru deildar út millum arbeiðsfólkið. Hetta er eisini av orsøkunum til, at so friðarligt er á skrivstovuni henda fríggjadagin. Flest øll hava úr at gera við uppgávum, og fríløturnar ið eru, verða brúktar til at njóta tann nógva og fjølbroytta tónleikin.
Mitt á gólvinum liggja framvegis stórir bunkar av óbrúktum G! plakatum. Kanska tær framvegis kunnu brúkast til okkurt. Um ikki annað til praktiskar uppgávur.
Festivalheimasíðan verður dagførd leypandi ? so hvørt sum ein bólkur hevur verið á pallinum. Nú verður arbeitt við at viðgera myndirnar soleiðis, at tær eru klárar at leggja út á netið saman við ummælinum av sjálvari konsertini.

---

Fyrireikararnir eru væl nøgdir, nú sjálvur festivalurin er yvirstaðin. Tað hevur gingið væl í hond, og sum heild hava fólk latið væl at.
? Fyri meg er tað týdningarmesta, at luttakarar og tónleikarar eru væl nøgdir. Reaktiónirnar, vit hava fingið higartil, benda eisini á, at so er, sigur Jón Tyril.
Fleir hundrað fólk hava arbeitt ígjøgnum allan festivalin, og sigur formaðurin fyri G!, at í ár hevur borið betri til at sleppa undan mistøkum, sum millum annað vóru á festivalinum í fjør.
? Til dømis riggaði tað við vaktarhaldi nógv betri í ár enn seinasta ár. Okkurt varð eisini strammað upp frá fríggjadegnum til leygardagin. Millum annað vísti tað seg, at nógv fólk høvdu glasfløskur við. Tað royndu vit so at rætta uppá dagin eftir, sigur hann.
Toppskorarin við áhoyrarum á festivalinum gjørdist Lisa Ekdahl. Hon hevði nógv flest fólk.
Jón Tyril sigur, at tónleikararnir hava verið væl nøgdir við viðurskiftini og konsertirnar. Og bæði Kashmir og Lisa Ekdahl vóru yvirraskað av, at áhoyrararnir dugdu tekstirnar til teirra sangir.
Tíðarætlanin helt sum heild eisini væl. Fríggjadagin vóru tiltøkini eitt sindur seinkað, men leygardagin koyrdi alt, sum tað skuldi.
? Tað er kanska eitt sindur undarligt at hava arbeitt so hektiskt fram ímóti einum tiltaki, sum so knappliga bara er yvirstaðið, ásannar Jón Tyril.
? Eg eri ikki ordiliga komin niður aftur á jørðina enn, og nú skal alt tað seinasta eisini gerast viðvíkjandi upprudding, eftirmeting og so framvegis.
Jón Tyril viðgongur, at tað ber ikki til at hava nógv fleiri fólk á G! festivali, enn tað, ið var um vikuskiftið, tí Syðrugøta er ikki nóg stór.
? Festivalurin kann gerast eitt sindur størri. Men vit hava ikki ætlanir um at gera hann so nógv størri ? heldur betri, sigur hann.
Tá alt er komið uppá pláss við eftirmeting, upprudding og uppteljing, verður farið við góðum treysti undir fyrireikingarnar av einum nýggjum G!festival.

---

Ferðslan inn og út úr G! skrivstovuni er støðug. Ikki so nógv henda festival-fríggjadagin eins og undanfarnar dagar, verður sagt.
Fartelefonir kima í tíð og ótíð, meðan teldurnar standa tendraðar døgnið runt.
Ein fyrrverandi landsstýriskvinna kemur inn at fáa sær ein kaffimunn, og brádliga standa tvey í hurðini við tveimum madrassum.
Ein fartelefon ringir aftur. Hesuferð eru tað nøkur av hjálparfólkunum, sum ikki sleppa inn á festivaløkið. So verður onkur av skrivstovuni noyddur at fara og geva eina hjálpandi hond.
Nú er norski bólkurin liðugur at spæla, og eitt sindur av lívi er komið í skrivstovuna. Onkur er komin inn at heita seg eitt sindur, sjálvt um veðrið er heilt gott. Hjá onkrum er friður nú eina løtu inntil næsta navnið fer á pallin.