Eg haldi at um ein skal víðka markið útum tað sum nú er, also at tað skal seljast rúsdrekka aðrastaðni enn í Rúsuni og Havnadali, so eigur tað at verða soleiðis at øll skulu hava sama møguleika at fáa fatur á rúsdrekka, eksklusivt ella ikki.
Í danskari orðabók er hendan tíðing um orðið eksklusiv " eksklusiv betyder ifølge Den Danske Ordbog (bd. 2, 2004) ’som kun omfatter eller gælder de få særligt udvalgte og udelukker alle andre’ eller en særlig målgrubbe
Tað kann gott vera at tað er eksklusivt at fáa eina fína fløsku av víni afturvið tí reyða búffinum eitt fríggjakvøld. Men tað hava ikki øll ráð til og kanska er ein køld øl afturvið fiskaflakinum tá líka esklusivt. Tað er heilt í lagi at lata eina eksklusiva deild upp, men tað má ikki verða so at tey sum ikki hava ráð til at keypa har, hava verri við at skaffa sær tað sum tey nú hava ráð ella hug til. T.v s. skulu niðan í Rúsuna ella út í Havnadal at keypa tað. Antin skulu øll ið vilja keypa rúsdrekka niðan í Rúsuna ella út í Havnadal, ella má man selja alt í SMS, um tað so verður ein ella tvær deildir. Hitt er at gera mun á fólki.