“Det er ikke nogen god idé at komme i havsnød i færøsk farvand nytårsaften. Flere færinger bruger nødraketter som fyrværkeri
Affyring af nødraketter, der har overskredet sidste salgsdato, er så udbredt på Færøerne nytårsaften, at et fartøj, der kommer i havsnød i færøsk farvand i timerne omkring årsskiftet, ikke kan forvente at få redningshjælp.”
Tað er á portali teirra, www.eb.dk, at Ekstra Bladet skrivar um neyðrakettir sum fýrverkarí í Føroyum nýggjársaftan.
Blaðið skrivar eisini, at tað í Føroyum er vorðið meiri og meiri vanligt at brenna bál nýggjársaftan.
“Foruden fyrværkeriet er det blevet mere og mere udbredt i adskillige bygder og flere steder i de større byer at tænde bål, som de omkringboende hen under aftenen samles omkring”, skrivar blaðið.
Um tað at brenna bál, er nakað nýtt fyribrigdið í Føroyum fara vit at loyva okkum at ivast í, men fara vit tó at geva blaðnum rætt, tá teir spáddu um veðrið nýggjársaftan.
”Vejret er dog som altid en afgørende faktor, når det gælder udendørsaktiviteter på Færøerne. I år skulle vejret blive nogenlunde uden voldsom vind og regn”, skrivaði Ekstra Bladet tann 31. desember á portali teirra, og í so máta fingu teir rætt, tí veðrið í Føroyum var frálíkt nýggjársaftan.
Ongin tikin í Suðuroy
Í farnu viku skrivaðu vit í Sosialinum um, at í Suðuroy var eitt stórt leitiarbeiði farið í gongd, tá onkur hevði sæð eina neyðrakett eitt kvøldið. Bæði tyrlan og Tjaldrið fóru at leita, men funnu onki, og seinni hevur tað víst seg, at rakettin varð send av landi. Hetta er ólógligt og tí arbeiðir løgreglan við at finna út av, hvør tað er, sum hevur sent hesa neyðrakett. Enn er ongin tikin í málinum, men tá tað verður, so kann viðkomandi rokna við at fáa eina rokning upp á minst 50.000 krónur, sum tað kostaði at seta stóra leitiarbeiði í gongd.