- Ekta føroyskt til allan heimin

- Henda føroyska verkætlanin vísir, at sjálvt smá máløki kunnu koma langt í tøkniligu menningini, eisini hjá teimum blindu, sigur danin Henrik Holmboe.

-Ein blindur føroyingur eigur at fáa eins góða hjálp og ein blindur í øðrum londum.
-Hetta er snøgt sagt eitt moralskt krav, sigur Henrik Holmboe, sum er programkoordinator hjá Norfa.
Fyri honum er eingin ivi um, at tey blindu hava krav um at fá ta hjálp, teimum er tørvur á. Og tá ein hevur ta støðuna, so letur ein ikki marknaðarkreftirnar ráða.
-Í slíkum førum spyr ein ikki um pening, men heldur um menniskjansliga verdugheit, sum hann tekur til.
Sjálvur fegnast Henrik Holmboe um tað arbeiðið, sum er gjørt við at menna hesa føroysku teldutaluna.
-Vit eiga ta tøkniligu útgerðina. Hví ikki lata tey blindu fáa gagn av henni?, spyr hann, og dugir bara at síggja fyrimunir í hesi menningini.

200 tungumál
Henda verkætlanin hevur eisini vakt ans í ST-stovninum UNESCO. Í samband við framløguna í gjár var ein umborðsmaður teirra, Paul Hector komin til landið fyri at vera við í hesum.
Teir báðir, Paul og Henrik hittust fyri trimum árum síðani á eini ráðstevnu í Berlin, og tosaðu tá m.a. um hesa føroysku verkætlanina.
Teir vóru samdir um, at hetta var ein so mikið áhugaverd ætlan, at hon mátti koma øðrum fólkasløgum til gagns.
-Hetta er jú ein føroysk verkætlan, sum tit kunnu koma langt við - eisini langt út í heimin við.
-Tá tit, sum eru eitt so avmarkað máløki kunnu menna eina slíka verkætlan sjálvi, so eiga eisini onnur øki at kunna gera tað sama, sigur Henrik Holboe.
Hesum sama er Paul Hector samdur við honum í. Hann er sjálvur úr Etiopia, har tey hava eini 200 ymisk mál, harav fleiri teirra eru rættiliga smá.
- Hetta arbeiðið, sum tit hava gjørt, er avgjørt við til at geva okkum íblástur til líknandi verkætlanir í øðrum londum, sigur Paul.