El Clasico í umstríddum umstøðum

Super Copa: Í kvøld møtast Real Madrid og FC Barcelona í Saudiarabia

Tað er ikki uttan mótstøðu, at spanska fótbóltssambandið hevur skipað fyri stórsteypakapping í Saudiarabia mitt í kappingarárinum. Í kvøld møtast Real Madrid og FC Barcelona í hálvfinaluni.

 

Vit kenna stórsteypadystin, sum dystin millum steypavinnararnar og meistararnar, ið verður spældur í vikuni upp til at landskappingin byrjar. Soleiðis er ikki í Spania, har fýra lið kappast um stórsteypið í eini mini-kapping í Saudiarabia.

 

Í kvøld verður onnur hálvfinalan, tá Real Madrid og FC Barcelona møtast fyri aðru ferð í hesum kappingarárinum. Fyrri dysturin endaði við 2-1 sigri til Real Madrid, ið eisini er favorittur at vinna í kvøld.

 

Real Madrid hevur allar mans tøkar uttan Gareth Bale og Mariano Diaz, meðan FC Barcelona er í eini sterkari útgávuni enn seinast. Nýkeypti Ferran Torres er nú skrásettur og kann spæla. Pedri hevur ikki spælt í eina tíð, men er eisini tøkur í kvøld saman við stórtalentinum Ansu Fati. Sergi Roberto, Eric Garcia og danski Martin Braithwaite eru ikki tøkir vegna skaða.

 

Super Copa hálvfinalan millum Real Madrid og FC Barcelona verður í kvøld klokkan 19.