Klaksvík:
Hilmar sigur, at tað var sera hart at byrja, serliga tá hugsað verður um tíðina, sum tey valdu at lata upp.
- Eg las niðri og plagdi at koma heim at arbeiða í summarfrítíðum, og tað vardi ikki meg, at tað fór at ganga so illa, tí tá var altíð nóg mikið at gera. Eisini tað, at vit búðu niðri, gjørdi, at ein merkti ikki niðurgongdina, greiðir hann frá.
Hann fyrireikaði sína ætlan um at lata handil og el-verkstað upp, meðan hann var staddur í Danmark. Og hóast tað ikki sá so ljóst út, tá hann flutti heim, so helt hann á.
- Ongin droymdi um, at tað fór at verða so ringt, sigur Hilmar og sipar til, at ikki meira enn tríggjar vikur eftir, at hann lat handilin upp, tá fór bankin á heysin.
Tað minnist hann, sum tað var í gjár. Tí hann sigur, at tað sást ikki fólk úti í einar fjúrtan dagar, inntil tað ringasta av skelkinum hevði lagt seg. So byrjaðu fólk at koma útaftur, men so reyk hin bankin eisini, og so var aftur heilt galið.
- So tað var avbera torført at byrja tá.
Og tríggjar mánaðar seinni, til nýggjárið, kom so MVG lógin, og tað lætti ikki um hjá Hilmari og konuni. Tey bæði arbeiddu í fyritøkuni, og so høvdu tey ein at hjálpa til, um á stóð.
- Men hann fekk ikki nógvar tímar her ta fyrstu tíðina, tað er púra vist, sigur Hilmar og samanber umsetningin tá og nú.
- Umsetningurin tann januar mánaðan, tað má so hava verið í 1993, var tað sama, sum vit hava upp á ein dag í dag. Tað ber næstan ikki til at hugsa sær í dag, sigur Hilmar.
Bygt spakuliga upp
Tá var hølið, sum EL-IN húsast í eisini munandi minni.
Eitt bakarí var eisini á somu hædd sum handilin, so tey høvdu bert tað eina hølið til kontór, verkstað og goymslu. Og so var handilin afturat.
Men so lat bakaríið aftur, og Hilmar hevur so spakuliga bygt upp gjøgnum tíðina. Hann byrjaði við 100 fermetrum og í dag ræður hann yvir 350 fermetrum og so hevur hann flutt verkstaðin út. Í dag leiga tey gamla verkstaðin hjá Pomek til teirra verkstað.
Og Hilmar sigur, at 350 fermetrar hevur eisini víst seg at vera ov lítið.
Tey hava úr at gera hjá EL-IN, men Hilmar sigur tó, at tað eru sera skiftandi tíðir, kortini.
- Tað er sera ójavnt, men tá tað er nógv at gera, so er tað eisini sera nógv. So kunnu tað koma einar tvær vikur, har tað ikki er so nógv og so umaftur.
Hilmar sigur, at tað sær út til at fara at standa í stað hjá teimum komandi ár, men tað er so eisini fyrstu ferð. Fyritøkan er vaksin spakuliga upp gjøgnum árini til tað, hon er í dag.
EL-IN selur lampur, hvítvørur og el-lutir. Og so hava tey verkstaðin afturat.
Tað arbeiða 10 fólk hjá EL-IN í dag, sum nú heldur sín 10 ára dag.