Manningin umborð á veitingarskipinum Eldborg fekk seinnnapartin heiðurin sum Ársins Fyrstuhjálparar, ið Reyði Krossur Føroya skipar fyri.
Á samkomuni varð víst á tað bragdið, sum manningin framdi ikki bert eina ferð men tvær ferðir, tá ein teirra fekk pínu fyri hjartað sum síðani steðgaði.
Skjótt varð borið at, soleiðis at maðurin kom aftur til lívs báðar ferðirnar, áðrenn hann varð fluttur á sjúkrahús í landi. Hann kom fyri seg aftur, og eru nú aftur partur av manningini umborð á Eldborg, sum Supply Service í Leirvík eigur.
Upplýst varð, at íalt komu seks uppskot inn til Reyða Kross við boðum uppá Ársins Fyrstuhjálpara. Nevndin helt tó at manningin átti at fáa fremsta heiðurin fyri hetta bragdið, og fingu teir bæði heiðursbræv og gávu frá Tryggingini.
Mynd: Manningin á Eldborg varð heiðrað sum Ársins Fyrstuhjálpari vinstrumegin: Jan Eidesgaard, Jens Christian Simonsen, Júst Joensen, Johan Berg, Johan Larsen, Dánjal Jakobsen, Eyðun Andreasen (maðurin ið yvirlivdi), Kristvin Jacobsen og Bogi Niclasen. Á myndini vanta tríggir av manningini Andreas Højgaard, Ólavur Hansen og skiparin Jan Kristoffersen