Vistarheimið í Runavík er nú selt kommuni, og fer kommunan tí at yvirtaka heimið og gera tað til eitt kommunalt vistarheim við 10 teimum fyrstu búplássunum til eldri fólk.
Runavíkar kommuna er afturúrsigld tá tað kemur til eldraøkið. Ongi búpláss ella sambýli eru til tey eldru í kommununi. Eitt ellisheim liggur í Runavík, men tað er eitt ellisheim fyri alla oynna, og er vistarheimið nú fyrsta stigið á leiðini at bøta um hesi viðurskifti. Við vistarheiminum fylgir eitt stórt grundøki, sum gevur góðar møguleikar fyri útbygging ella aðrari bygging, tá tað kemur til eldrarøkt.
? Vistarheimið, sum kommunan hevur keypt, eitur Føroya Visarheim, og tí eru búfólk uttanfyri kommununa eisini har, sigur Marja Lamhauge, formaður í sosialu nevnd í Runavíkar kommunu.
? Nú verður Vistarheimið so gjørt kommunalt, og harvið fáa vit 10 tey fyrstu kommunalu eldraplássini í Runavíkar kommunu. Sum er nú búgva 10 fólk á heiminum, og tað ætla vit at halda fast við. Vit eru í holt við at fylgja upp á eldraøkinum í Runavík, tí tað hevur ikki verið gjørt so nógv við.
Við at keypa Føroya Vistarheim so verður eldraumráðið í Runavík so at siga samlað á einum staði. Eitt sindur omanfyri liggur Ellisheimið, og um bygt verður afturat, so verður helst bygt á økinum rundanum vistarheimið.
? Ætlanin er at lata upp kanska síðst í hesum árinum ella fyrst í næsta ári, sigur Marja Lamhauge.
? Men vit hava lovað, at tey búfólkini, ið eru har nú, verða ikki koyrd út fyrr enn tey hava fingið annað pláss at vera í. Hetta verður helst í august-september í ár. Síðani skulu onkrar umvælingar gerast, men onki dato er sett á nær heimið letur upp.
Føroya Vistarheim liggur í friðarligum og náttúruvøkrum umhvørvi í Runavíkar kommunu, beint norðanfyri Toftavatn.