Eldra ættarliðið drigið við

Vestmenningar høvdu sína seinastu venjing hóskvøldið. Fríggjadagurin var hvíludagur og leygardagin verðu so stóra brakið

Gulldystur

Var onkur spión av skálafjørðinum og hugdi at venjingini hjá VÍF hóskvøldið, so mundi tað ikki vera stórvegis, sum hesin hevði fingið burturúr venjingini. Fyri tað mesta var tað nevnliga so, at tað gekk rættiliga friðarliga fyri seg.
Eftir eina samlaða upphiting við nøkrum róligum rennitúrum eftir vøllinum, stóðu leikararnir eina løtu tveir og tveir og kastaðu sínamillum, áðrenn eisini málverjarnir fingu sína upphiting, og so var klárt til dyst.
Dysturin var væl leiddur av Sámali Joensen, men hóast hann við hesum avdúkaði evni, sum kunnu koma til góðar seinni, so var tað ikki fyrst og fremst hetta, sum var mest áhugaverdi luturin undir venjingunum.
Heldur mundi tað vera tann sannroynd, at fleiri av teimum, sum annars hava verið roknaðir sum lidnir, tóku lut í venjingunum. Hjalmar Klein Olsen, Rógvi Nielsen og Sjúrður Holm díktu allir á við fullari ferð, og tað varð eisini seinni váttað, at hesir vera við í hópinum leygardagin.
Onkur helt skemtandi fyri, at Sjúrður kanska kundi verið eitt evni til ársins stjørnuskot á gallaveistluni, ta´hendan verður, men tað man vera so sum so við tí. Ivaleyst verður tað heldur ikki millum teir fyrstu sjey á vøllinum leygardagin, men teir eru so tøkir, og einki er at ivast í, at roydnirnar hjá teimum eru nakað, sum kunnu koma liðnum til góðar.
Tí leygardagurin kann í stóran mun verða avgjørdur upp á royndir. Tá ein stúgvandi full høll av áskoðarum stendur og ýlir at leikarunum seinastu minuttirnar av dystinum, ræður í øllum førum um at halda høvdið kalt, og í so máta kann væl verða, at hetta verður ein styrkur sum munar.