Eldradagur er í Havn í dag

Eldradagur er í Havn í dag í samabandi við, at alstjóða eldradagur er í dag 4. oktober. Tað var Gunvør Balle, varaborgarstjóri, sum setti dagin í Perlutúni í morgun. Eftir setanina var morgunfimleikur á skránni.

Umframt varaborgarstjóran, so helt Kartin Holm, forkvinna í Eldraráðnum, eisini røðu, tá dagurin var settur klokkan 10, og síðani var fimleikur á skránni.

##med2##

Fleiri tiltøk eru á skránni. Drekkamunnur og prát var í Ebenezer kl.10:40. Beinta Háberg spældi klaver. Aftaná varð tosað um gallupkanningina um tey eldru, Laila Hentze frá Gallup, og Eyðfríð Jacobsen, stjóri í Heilsu- og Umsorganartænastuni, greiða frá kanningini.

##med3##
Eftir døgverðan er evnið í Ebenezer “Virkin og vakin”. Henning Bøgesvang, prestur, fer at tosa um at vera virkin alt lívið. Ælabogin fer at spæla, og Jákup Bogi Joensen fer at hugleiða um uppsøgn vegna aldur. Kl 15 eru dagtónar at hoyra í dómkirkjuni.

##med4##
Kl. 17 verður filmurin “Still Alice” sýndur í Havnar Bio. Oscarvirðislønti filmurin snýr seg um eina kvinnu, sum fær staðfest alzheimerssjúkuna. Kl. 20 spælir Harmonikuliðið í Reinsarínum, Heri Simonsen hugleiðir um “skemtiligt afturhvarv”. Síðan verður felagssangur og harmonikutónar, og Bergun Kass fer at enda dagin.

##med5##
Serlig matartilboð er á Hotel Hafnia, Hvonn Brasserie og í Posthúskjallaranum. Tilboðið er galdandi fyri øll, sum eru 60 ár og eldri.

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##