Eldradagur í Vági

Eldradagurin í ár verður í VB húsinum í Vági leygardagin 6. august.

Eldradagurin byrjar við morgunmati klokkan níggju, har forkvinnan í Vágs Pensjónistafelag, Ingeborg W. Jacobsen, bjóðar vælkomin og Jógvan Krosslá, býráðslimur í Vági, ber fram heilsan.

Aftan á morgunmatin syngur eitt manskór og síðani Sirið Stenberg heilsufrøðingur, at halda gestarøðu.

Eftir fyrilesturin verður farið út á Garðabrúgv, har grindabátarnr verða vístir fram og verður vitjað á øðrum søvnum.

Aftaná døgurðasteðgin verður stuttur túrur vestur á Vágseiði, har staðkend fólk hugleiða um farna tíð. Harumframt verður eisini høvið at síggja nýggja og stásiliga Ellisheimið í Vági.

Á eldradegnum verður eisini sangur og prát og áðrenn almenna skráin er av, heldur Arne Thorsteinsson, formaður í Landsfelag Pensjónista, røðu.

Tey fara eisini at selja lutaseðlar fyri at styrkja pensjónistafeagið og út á kvøldið verður hildið fram við føroyskum og enskum dansi.

Landsfelag Pensjónista sigur, at allir pensjónistar eru vælkomnir til eldradagin, eisini tey, sum ikki eru limir í nøkrum pensjónistafelag, eldrafelag ella sum plaga at ganga í tilhald og onnur virknishús fyri pensjónistar.