Eldradagur í Vági 2011

Siður er, at pensionistafeløgini halda eldradag einaferð um árið, og hesir eldradagar verða hildnir ymsa staðni í landinum.

Í 2011 varð eldradagurin hildin í Vági, leygardagin 6. august 2011, og tað vóru bæði pensionistafeløgini í oynni, Vágs Pensionistafelag og Pensionistafelagið Høfn, sum saman við landsfelagnum skipaðu fyri eldradegnum.
Meiri enn 300 pensionistar úr øllum landinu vóru komnir saman í høllini í Vági henda dagin. Pensionistar úr Vágum, Eysturoynni og aðrastaðni frá høvdu bussar við suður, fleiri vóru farnir suður dagin fyri og høvdu fingið sær innivist í Lopra ella aðrastaðni í oynni. Tað vóru heldur ikki øll, ið fóru norður aftur sama kvøldið, men bíðaðu til sunnudagin, og tað vóru tey, ið ikki fóri avstað aftur fyrr enn mánadagin.

Nakrir av luttakarunum úr Havn, onkrir sum høvdu bil við fóru suður fríggjadagin, men tey flestu úr Havn fóru suður leygarmorgunin klokkan sjey við Smyrli, tað frálíka skipið, sum suðuroyingar hava fingið. Vit úr Havn høvdu ikki buss við, men vit høvdu boðað Bygdaleiðum frá hvussu nógv við vóru, og vit avtalaðu við busseigara um at flyta okkum millum støðini í Vági, sum vit vitjaðu.

Tá ið luttakararnir vóru savnaðir, beyð Ingeborg Wenningstedt Jacobsen, formaður í Vágs Pensionistafelag, vælkomið, og fólki at fáa sær morgunmat, og Jógvan Krosslá, varaborgarstjóri flutti fram røðu.
Um 10-tíðina fór sangkór at singja fyri luttakarunum, ætlanin var at tað skuldi vera eitt manskór, men feriutíð var, og nógv fólk vóru burtur, so í staðin var tað ein úrdráttur úr sangkórinum Ljómi, ið sang, men tað gjørdi tað ikki verri. Eftir tað helt Siri Stenberg gestarøðu. Sjálvur las eg søguna um tá ið vágssluppin Traveller varð søkt á Føroya Banka í 1917, og sum eg sjálvur hevði skrivað eftir frásøgn frá Doriusi Jacobsen, ið var bestimaður við Traveller, tá ið hon varð søkt.

Eftir skránni skuldi verða farið út á Garðabrúgv klokkan 11, har grindabátarnir vórðu vístir fram, og tá var bussurin, vit høvdu avtalu við, til reiðar á Eiðinum. Tað vóru tó ikki bara grindabátarnir at síggja heima í bygdini, tí í gamla skúlanum á Oyralagi eru skipað bygdasavn og onnur søvn, og tað var ikki uttan áhuga.

Eg havi ikki gingið í skúlanum í Tippinum, sum var tikin í nýtslu í 1951, eg havn bara gingið í gamla skúlanum á Oyralagi, men eg má siga, at í mínum hugaheimi var hann væl rúmligari, enn nú eg sá hann aftur, meira enn tvey mannaminni seinni.
Í gamla skúlanum, sum upprunaliga er múraður upp í 1884, har ein timburhædd seinni varð sett omaná, vóru fýra skúlastovur, og tær vórü róptar: “vestara uppiá”, “uttara uppiá”, “vestara niðri undir” og “uttara niðri undir”. Harumframt vóru skúlastovur í øðrum húsum í grannalagnum.

Vestara uppiá var tann størsta skúlastovan, har vóru fyrstu klassarnir, og har var eisini morgunsangur. Einar Skaalum, ið var ógvuliga musikalskur, skipaði sangin, og Johan Djurhuus, skúlastjórin, bað faðirvár, og tá skúlastjórin ikki var við, var tað Einar Skaalum sum bað. Johan Djurhuus bað “faðirvár”, men Einar Skaalum bað “fadervor”. Einar Skaalum var eisini ein góður frásøgumaður, og hugtakandi var at lurta, ikki minst, tá hann segði frá norrønu mytologiini.

Áhugavert var at síggja framsýningina, sum Poul í Garði Niclassen hevði skipað við modelskipum hann sjálvur hevði gjørt og um Vág undir seinna heimsbardaga. Framsýningin var í vestara klassa niðri undir, og eg kom at hugsa um, at her vóru vit, tá ið eg gekk í fyrsta real, og eg minnist lærarar vit høvdu, fyrst Torkil Beder og seinni Eivind Vilhelm. Hvørgin teirra var prestur tá. Hetta var í 1945, Torkil Beder hevði gingið og bíðað eftir at koma til Danmarkar at lesa, og Eivind Vilhelm, sum hevði verið í Danmark stríðsárini, var komin heim eitt skifti, nú hann hevði verið burturi so leingi.
Læraraverilsi var vorðið til fýrrum, ikki tí at tað, tað eg minnist, varð brúkt so nógv, í fríkorterinum gingu læraranir aftur og fram á skúlalagnum, læraraverilsið varð bara brúkt, tá ikki var verandi úti fyri veður.
Vit vóru eisini inni á Ruth Smith savninum.

Niðri á Garðabrúgv hjá grindabátunum var eg ikki, tú náddi ikki alt. Grindabátarnar kenni eg væl, vit høvdu grindapart á Svaninum, og tað býtið fór fram eitt sindur øðrvísi enn á øðrum bátum. Vanligt var at partarnir, ið býtt varð í, vórðu mettir. Fyrst varð býtt í tveir ella fýra partar og so vórðu teir býttir í helvt og so framvegis. Á Svaninum vórðu tær regluligu spikfjósirnar, tað er frá kúluni og aftur á hamarstjølin og teir regluligu tvøstlutirnir vigaðir. So varð roknað út hvussu nógv var til hvørt fólkið, og síðani varð býtt til hvørt húski. Og so var umráðandi at fáa alt í laka sum skjótast, ikki minst spikið, sum hvørki mátti fáa ljós ella luft fyri ikki at trána. So vóru tað aðrir partar av spikinum, rustin og annað, og beinagrindin, rivjabein, herðabløð og annað. Tað var lagt í hvør sína rúgvu, og tá fólk tóku upp sín part, tóku tey so nógv av rustinu og av beinagrindini, sum hóskiligt var.

Eftir vitjanina í gamla skúlanum og søvnunum har varð farið vestur aftur í høllini á Eiðinum, har fólk fingu døgurða klokkan 13. Tað er ikki sum at siga tað, at gera døgurða til meira en 300 fólk, men tú fært ikki hvørja ferð so góða fleskasteik, sum vit fingu henda eldradagin í Vági.

Á skránni var eisini ein stuttur túrur vestur á Eiðið klokkan 14.30, her var hugsað um lendingina har vesturi, og eg veit, at nøkur vóru har vesturi. Eg havið talað við fleiri, ið róðu út av Vágseiði í fyrru helvt av tjúgundu øld og fólk, ið arbeidu har, eisini havi eg sjálvur arbeitt har, so eg hevðu nógv eg kundi sagt frá um alt tað virksemi har var fyri einum tveimum mannaminnum síðani, men av ymsum grundum, millum annað tí at eg hevði átikið mær at skipa fyri flutninginum millum støðini vit vitjaðu, vóru tað ikki stundur til tað hesa ferð.

Av somu grundum eydnaðist mær heldur ikki at síggja nýggja røktarheimið, sum eg hevði ætlað. Tað, sum hevur undrað meg, er at fólk valdu eitt røktarheim fram um ein útbúgvingarstovn. Ikki tí, tey óhjálpnu skulu hava tað gott, og tey skulu hava tað upp aftur betri, enn tey hava tað nú, men eg vildi hildið at hugsað átti at verið um ungdómin og framtíðina. Kanska er tað nostalgi, men sum uppvaksin á staðnum, hevði eg droymt um, hóast nógv virksemi var á Tvøroyri, so skuldi Vágur vera útbúgvingarstaðið, universitetsbýurin í Suðuroy. Havast má í huga, at tað eru tveir býir í Suðuroynni, og at Vágsfjørður er tann fjørðurin í Suðuroy, har flest fólk búgva.

Flestu norðanfjørðsfólk fóru norður aftur við Smyrli, sum fór av Krambatanga klokkan hávgum sjey, og vit høvdu avtalað við Bygdaleiðir um at koma vestur á Eiðið eftir okkum klokkan hálvgum sex. Veðrið var gott norður, Smyril gronaði eitt sindur um Suðuroyarfjørð, men komin norður móti Lítlu Dímun varð púra slætt. Vit komu á Havnina fyri klokkan hálvgum níggju, og fóru hvør til sítt. Vit vóru vorðin eina uppliving ríkari suðuri í Vági, og ein góður dagur var komin at enda.