Miðlahúsið setir í hesum vikum sjóneyka á eldraøkið. Hendan greinin er partur av tí átakinum. Í Vikuskiftis-Sosialinum, Sosialinum mánadagin og her á in.fo komandi dagarnar, ber til at lesa meira um evnið.
Hóast Tórshavnar kommuna hevur valt at skipa eldraøkið eftir eini skipan við fjarleiðslu, har leiðarar hava fleiri stovnar undir sær, so metir forkvinnan í Heilsurøktarfelagnum, Majbritt Mohr, at tað ikki er ein trupulleiki, at ongi leiðari er á staðnum. Tað vil siga, so leingi sum at ein deildarleiðari er til staðar.
- Flestu stovnar hava deildarleiðarar, ið eru á staðnum. Men tað hava verið tíðarskeið, har onkrar av deildunum ikki hava havt egnan leiðara, og í staðin hevur ein av teimum trimum yvirskipaðu leiðarunum í kommununi hava ábyrgdina. Tá er ongin leiðsla. Tá føla okkara limir, at alt fer út at sigla, tí leiðslan hevur onga føling av tí, ið hendir á stovninum.
- Av og á kemur kanska ein yvirskipaður leiðari á vitjan, og setir møguliga okkurt í verk, ella gevur onkrum av starvsfólkunum ábyrgdina yvir eitt hvørt. Men við tí ábyrgdini fylgir ikki heimildin at taka avgerðir. Tá virka tingini ikki. Man má hava ein deildarleiðara á staðnum, ið kann taka avgerðir, og sum tá viðkomandi setir ting í verk, kann fylgja tí upp.
Forkvinnan í Heilsurøktarfelagnum eftirlýsir tó, at arbeiðsbyrðan hjá deildarleiðarunum verður broytt, soleiðis at deildarleiðararnir fáa størri tamarhald yvir viðurskiftunum á teirra deildum.
- Deildarleiðararnir eru ikki við har avgerðirnar verða tiknar, og tingini verða umrødd. Tí kunnu tey føla, at ting verða kroyst niðuryvir tey, og at tey ikki verða spurd eftir. Millum annað eru dømir um, at deildarleiðararnir ikki vita hvørji starvsfólk verða sett. Tað skapar ørkymlan, og ávirkar tað eisini starvsfólkini á stovninum.

Eldraøkið: Ein deildarleiðari má vera á stovninum





