Vinarliga Páll Petersen
valevni Fólkafloksins
Svarið er tíverri nei.
Í Havn eru bert nøkur fá pláss, hvar gomul og óhjálpin kunnu vera fastbúgvandi.
? Ellisheimið við pláss fyri 25 fastbúgvandi fólkum.
? Lágargarður við pláss fyri 46 fólkum, og nøkur til umlætting.
? Umlættingarheimið við pláss fyri 10 fólkum í 3 vikur 2 ferðir um árið
? Eldrasambýlið við pláss fyri 8 fólkum.
? Dagumlættingin við pláss fyri 30 fólkum.
Hetta er alt gott, men í Tórshavnar kommunu har fólkatalið nú verður uml. 17.000 íbúgvar, er hetta ikki nóg mikið.
Vit skulu hava í huga at Kollafjørður, Kaldbak og Argir hava nógvar íbúgvar sum eru eldri og treingja til hjálp. Málið má tí vera, at vit fáa minst eitt eldrasambýlið í áðurnevndu støðum, og fleiri í sjálvum býnum.
Tað er ikki rætt, at tey ið ikki orka meir, skulu flytast burtur úr bygdini, best hevði verið um tey kundu verið í heimbygdini, í einum sambýli, fyri eini 8-10 fólkum, har eisini pláss má verða fyri umlætting í einari akkutari støðu.
Nógv eldri verða ansaði heima av síni familju, hettar er bundið og strævið arbeiði, tað veit eg av royndum. Ynskiligt er, at ein kann lata síni eldri til ansing, eitt vikuskifti, ella eina heila viku, har ein so fær møguleikan at halda frí sum onnur fólk.
Væl veit eg at nøkur fáa heimahjálp nakrar tímar um dagin, men restina av døgninum eru tey prísgivin familjuni ið verður niðurkoyd og at enda ikki orka meira.
Eldrasambýlir er eitt mál ið hevur skund, vel tí eitt av valevnum fólkafloksins, ið vilja gera nakað við hetta sera átrokandi mál.