Eldrapolitikkur aftan á valið

Javnaðarflokkurin vil m.a.:

? hækka munandi um inntøkustigið hjá teimum, ið bert fáa fólkapensión og samhaldsfasta

? seta í verk eina nøktandi heimarøkt

? hjálpa teimum eldru at verða búgvandi heima so leingi tilber

Samhaldsfasti var næstan ein banning, tá Javnaðarflokkurin í áravís stríddist at fáa hann settan á stovn. Í dag er hann tað einasta positiva viðvíkjandi hjálp afturat fólkapensiónini, sum jú ikki er nøktandi sum er, tí hóast ágangin frá fleiri flokkum, rindar hann í dag 500 kr. út um mánaðin. Hann er heldur ikki ein útreiðsla fyri tað almenna, tí tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum gjalda inn í hann. Og hann ger ikki mun á ríkum og fátøkum, tá hann rindar út.

Handan lívstryggingin, sum Fólkaflokkurin skjýtur upp, verður ikki solidarisk, t´ihar verða tey, sum hava góð ráð at hava eina góða trygging, meðan tey minni mentu hava eina vánaliga ella kanska onga trygging.

Talsmaður Fólkafloksins í hesum máli segði í útvarpinum, haldi eg tað var, at eitt gjald uppá 800 til 1000 kr./mðr. fór at verða hóskandi. Tað er ikki einumhvørjum beskorið at klára tað gjaldið afturat øllum útreiðslunum, sum eru í forvegin.

Og hevur tú ikki ráð at gjalda, meðan tú ert á yngri árum, fært tú einki tá tær tørvar tað seinni.

Tí fara vit á val og velja Javnaðarflokkin.

Gott val.


Gardar Joensen