Eldrasambýli í

Á fíggjarætlanini fyri 2000 setti Nes kommuna pening av til at byrja at fyrireika bygging av eldrasambýli.

 

Súni í Hjøllum

bygdaráðslimur


Í heyst varð farið undir útgravingararbeiðið. Økið er norðan fyri Føroya Banka á Toftum. Nevnast skal, at samstundis verður eitt stórt alment parkeringspláss gjørt við sama økið. Skúlin og onnur fara at fáa stórt gagn av hesum.

Núverandi bygdaráð ætlar at seta av 1,5 mió. krónur til eldrasambýlið á fíggjarætlnini fyri 2001. Sostatt verður møguleiki at gera økið heilt byggibúgvið og samstundis projektera sjálvt eldrasambýlið komandi ár.

Nývalda bygdaráðið má so taka støðu til, nær sjálv byggingin skal byrja. Undirritaði vónar, at viljin fer at verða góður, tí longu bíðilistarnir til ellis- og røktarheimspláss boða frá, at tørvurin er sera stórur. Hóast tey, sum arbeiða innan heimarøktina, gera eitt gott og samvitskufult arbeiði , so má ásannast, at mong eldri fólk sita í rættiliga stórum einsemi og partvís í hjálparloysi, tí neyðuga játtanin til skipanina er alt ov lág í mun til tørvin.

Tað er tí sera umráðandi at fáa bæði kommunal- og landspolitikkarar at viðurkenna, at bøtast má munandi um umstøðurnar hjá teimum eldru. Landsfelagið hjá pensiónistunum hevur gjørt eitt megnar arbeiði til tess at vísa á og lýsa umstøðurnar hjá teimum eldru.

Vit eiga eisini at fegnast um tey framstig, sum eru gjørd seinasta árið. M. a. kunnu kommunalpolitikkarar í Fuglafirði, á Eiði, í Vági og í Sundalagnum vísa á úrslit, sum aðrir eiga at læra av. Sum bygdaráðslimur í Nes kommunu kann undirritaði eisini fegnast um, at gongd er komin á hjá okkum. Vónandi verða fólk vald í nýggja bygdarráðið, sum vilja fullføra verkið.

Tey, sum nú eru eldri, hava tikið tøk og lagt lunnar undir okkara vælferðarsamfelag. Vit eiga tí bæði at geva teimum nógv betri umstøður og nógv betri tryggleika í framtíðini.