Klaksvík:
Allir trupulleikar við nýggja sambýlinum lótu til at vera lagdir afturum, tá ein sonn hatíðarløta varð hildin í sambýlinum í sambandi við, at tað bleiv vígt sunnudagin. Nógv varð gjørt burtur úr degnum nú eldrasambýlið endiliga bleiv vígt. Tey fyrstu búfólkini kunnu væntandi flyta inn í dag, týsdagin.
Tað vóru avbera nógv fólk, sum høvdu nýtt høvi til at fara til vígsluna. Tilsamans 1.000 fólk vitjaðu henda dagin, verður sagt. Veðrið var av tí allarfagrasta, tað besta ein kann vænta sær ein várdag. Grækarismessuhald var í býnum eisini, so tá tað var liðugt løgdu tey flestu leiðina norður á Kjalarvegin til sambýlið undir Heygnum.
17 sangarar sungu nakrir sangir, og tað ljóðaði sum altíð frálíka gott. Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri og formaður fyri nevndini í sjálvsognarstovninum undir Kráarbrekku, beyð vælkomin og helt eina røðu har hann millum annað kom inn á, hvussu týdningarmikið tað var, at Jóhannes á Heygnum, sum í sínari tíð var so mikið framsíggin, at hann lat sína trøð til kommununa til eldraíbúðir. Steinbjørn fegnaðist sjálvandi um, at sambýlið nú fer at lata upp, og hann ynskti bæði bú- og starvsfólkunum góða byr framyvir. Tá Steinbjørn endaði sína røðu, avdúkaði Herluf Matras, elsti núlivandi sonur Jóhannes á Heygnum navnið á sambýlinum, sum er uppkallað eftir Jóhannes.
Onnur hildu eisini røðu til hesa hátíðarløtuna. Jóannes Dalsgarð, stjóri á Húsalánsgrunninum, Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður í almannamálum og Gerda Arge, vegna áhugabólkin teimum eldru í Norðoyggjum at frama. Hon handaði eisini heiminum eina minnistalvu, sum borgarstjórin tók ímóti, har eitt ørindi stóð á.
Tá sjálv hátíðarløtan var av, fingu fólk ein te ella kaffimunn við pinnamati og smákøkum afturvið, sum Jákup Ziskason hevði staðið fyri. Nógv nýttu høvi til at fara út á altanina at standa, tí tað var sera lýtt í veðrinum og stilt. Eisini bar til at fara niðan um sambýlið at hyggja eftir teimum 24 eldraíbúðunum, sum helst verða lidnar um eina mánaða ella so.
Sambýlið á Heygnum er sera snotuligt, og í dag kunnu tey fyrstu búfólkini av teimum tilsamans 16 flyta inn í teirra nýggja heim, har tey millum annað kunnu njóta tað einastandandi vakra útsýnið yvir alla Klaksvíkina og yvir á Nestindarnar á Kalsoynni. Vakra útsýnið kom rættiliga til sín rætt í góðveðrinum henda dagin.