Eldrasambýlið nærum liðugt

Tað gongur væl við byggingini av eldasambýlinum í Vági og ætlandi kunnu fólk flyta inn 1. juli í ár

Komið er langt við Eldrasambýlinum í Vági.

Jógvan Krosslá, býráðsformaður í Vági, sigur, at arbeiðið er komið rættiliga langt og at tað mest eru miðrúmini, uppihaldsrúm, ið eru eftir.

Pláss er fyri 12 fólkum, ið fáa góð rúm við wc og baði. Tvey dupult rúm eru.

Stigtakarar og kommuna eru væl nøgd og upprunaliga tilboðið hevur hildið væl, soleiðis, at kostnaðurin er um 4 milliónir krónur.

Kommunan ger so nakað afturat við at fríðka um rundanum húsuni, ið standa væl fyri við góðum útsýni yvir bygdina og fjørðin.