Eldur kom í dag í ein bil á Argjum. Bilurin stóð parkeraður nærhendis einum húsum, men ein politistur setti seg í brennandi bilin og bakkaði hann vekk frá húsunum. Politi og sløkkilið vóru skjótt á staðnum og sløktu eldin. Bilurin var av merkinum BMW.