Sløkkiliðið í Havn er í kvøld kallað út í samband við ein eldsbruna í vesturbýnum. Talan er um eini sethús í Hornabø.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at eingin fólkaskaði er fráboðaður og eingin er heldur fluttur á sjúkrahúsið.
Meiri verður at frætta seinni.