Tað vísti seg, at roykur kom úr eini uppvaskimaskinu. Løgregla og sløkkilið komu á staðið, og tað vísti seg, at eldur var í uppvaskimaskinuni. Men tað eydnaðist at sløkkja eldin við einum eldsløkkjara.
Vaktleiðarin sigur, at talan helst um ein elektroniskan feil.
Hetta verður nú kannað nærri, men talan var um veruligan eld, men tað bleiv ikki meira dramatiskt, tí hann varð sløktur við einum eldsløkkjara, sigur vaktleiðarin.











