Týskland er einsamøll vertstjóð fyri HM-endaspælið í manshondbólti, ið verður leikt dagarnar 13. til 31. januar komandi ár.
Vertsbýir eru Köln, München, Kiel, Hannover, Magdeburg og Stuttgart. Í Kiel og Hannover er talan um heimavallirnar hjá liðunum hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Vilhelmi Poulsen, THW Kiel og Hannover-Burgdorf. Millumumførini vera leikt í Hannover og Köln. Avgerandi dystirnir vera leiktir í Köln.
Týsku vertirnir hava lagt dystirnar hjá donsku heimsmeistarunum í Kiel, ið verður vertur fyri innleiðandi bólk G. Hetta gera týsku vertirnir í vónini um, at túsindtals danskir fjepparar taka túrin suðurum markið fyri at fylla Wunderino Arena høllina í Kiel.
Men týsku vertirnir gera tað eisini fyri at hjálpa sínum egna liði. Týskland fer at spæla innleiðandi dystirnar í bólki A í München.
Vinnur Týskland - sum væntað - seg víðari úr innleiðandi bólki A, so skulu teir spæla millumumfarsdystir í Köln.
Vinnur Danmark- sum væntað - seg víðari úr innleiðandi bólki G, so skal Danmark spæla millumumfarsdystir í Hannover.
Hetta merkir, at Týskland ikki kann møta Danmark fyrrenn í fyrsta lagi í HM-hálvfinalunum.
Føroyar skulu spæla HM Play Off dystir móti vinnaranum av uppgerðini millum Bosnia Hersogovina og Kosovo um rættin at kappast í HM-endaspælinum í Týsklandi.
Føroyar leggja fyri á útivølli í Bosnia Hersogovina ella Kosovo, og spæla seinna dystin við Tjarnir, ið alt annað líka er ein avgjørdur fyrimunur.
Útidysturin verður spældur 13. ella 14. mai, og heimadysturin verður spældur 16. ella 17. mai.











