Eldur kyknaði undir matgerð

Foreldur og barn rýmdu úr íbúðini

Stutt áðrenn klokkan seks í kvøld fekk løgreglan boð um, at nógvur roykur var í einari íbúð í einum av íbúðarbygningunum í Eirargarði í Tórshavn. Tað vísti seg, at eldur var í kyknaður í einari grýtu undir matgerðina hjá einari familju í bygninginum.


- Tey ballaðu barnið hjá sær í eitt teppi og rýmdu úr íbúðini, tí har var so nógvur roykur. Vit boðaðu sløkkiliðnum frá og teir vóru skjótir á staðnum. Men tá hevði familjan longu koyrt okkurt oman á grýtuna, so at eldur var sløknaður, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.


Vakthavandi upplýsir, at eingin eldskaði stóðst av tilburðinum, men at íbúðin helst hevur fingið onkran roykskaða.