Um vikuskiftið kom eldur í eini sethús á Strondum. Politiið í Runavík sigur, at eldurin er helst kyknaður av livandi ljósum, sum brunnu niður í eina træplátu. Fólkini í húsunum vóru til jólahald á skúlanum, so ongin fólkaskaði stóðst úr hendingini.
Eldurin breyt ikki ígjøgnum, so tíbetur brunnu húsini ikki í grund, men roykskaðin var kortini stórur. Sløkkiliðini á Skála og Strondum vóru skjót á staðnum, og tað gekk væl at sløkkja.