Eldur í umborð á Hercules

Ein av útlendsku manningini er tíverri deyður, men manningin, sum er bjargað, hevur tað gott Klokkan fýra í nátt kom eldur í umborð á føroyska frystitrolranum, Hercules.

Skipið er statt til fiskiskap í Kyrrahavi og fýra onnur fiskiskip á leiðini hava verið við í bjargingini. Men tíverri er staðfest, at ein av útlendsku manningini er deyður.

Men teir av manningini, sum eru bjargaðir, hava tað gott, sigur reiðarin, Gunnbjørn Joensen í Hósvík í tíðindaskrivi í morgun.

Teir hava ikki fleiri viðmerkingar beint nú, tí teir vita so lítið, men koma við fleiri upplýsingum seinni.

Tað eru 116 mans við Hercules.