Tað eydnaðist í gjárkvøldið at sløkkja eldin, sum kyknaði aftan á eina spreinging á einum oljupalli í Meksikoflógva seinnapartin í gjár. 13 menn vóru á pallinum, tá spreingingin var. Teir lupu í havið og vórðu seinnu tiknir upp.
Í gjárkvøldið ljóðaði, at olja var runnin úr pallinum, men amerikanska sjóverjan segði í nátt, at hvørki flogfør ella skip høvdu sæð nakra olju nærhendis pallinum.
Oljupallurin var ikki virkin, tá óhappið hendi í gjár, tí hann skuldi til eftirlit og viðlíkahald, skrivar AP.