Elektriskur Opel

Kappingin um elbilar, sum koyra langt upp á eina løðing, harðnar í hvørjum. Fyrst í 2017 kemur Opel á marknaðin við Ampera-e, sum koyrir 320 km upp á eina løðing.

 

Ikki eru so nógvir upplýsingar komnir um Ampera-e, men talan er um ein bil við fimm sitiplássum. Bilurin fæst við allari útgerð, sum er at fáa í øðrum útgávum hjá Opel sum t.d. Opel On Star við automatiskum neyðuppkalli.

 

Opel Ampera-e hevur premieru á bilaframsýningini í Genève í mars 2016 og verður í sølubúðunum fyrst í komandi ári. Sami bilur verður at fáa í USA sum Chevrolet Bolt.