Í morgin millum klokkan 15 og 16 verður konsert við Sigrið Rasmussen, sum í hesum døgum er øskuføst í Føroyum.
Friggjakvøldið hevði Sigrið Rasmussen útgávukonsert við fløguni Nordic Soul. Hon skuldi verið farin av landinum aftur, men hon sleppur ikki av landinum, nú øll flogferðsla er steðgað.
Tí hevur hon elektroniska øskukonsert - sum tey kalla tað - saman við tónleikarum, har tey fara at framføra av nýggju fløguni.