Elendigur fótbóltur á Old Trafford

Helst vánaligasti dysturin millum United og Liverpool endaði málleysur

Manchster United og Liverpool spældu í dag 0-0 á Old Trafford. Dysturin var akkurát líka vánaligur, sum máltalvan sigur. Dysturin var eisini sermerktur, tí Manchester United mátti brúka allar tríggjar útskiftingarnar í fyrra hálvleiki.

 

Ander Herrera, Juan Mata og innskifti Jesse Lindgard máttu allar av vøllinum við skaða í fyrra hálvleiki. Hartil mundi Marcus Rashford spæla við hálvari ferð, eftir eina takling tíðliga í fyrra hálvleiki.

 

Fyri Liverpool gekk illa at fáa myndað spælið. Tað kom eisini illa við, at Roberto Firmino somuleiðis mátti út av vøllinum í fyrra hálvleiki við skaða. Tað gjørdi eisini at dysturin ongantíð kom ordiliga í gongd, tí tað var steðgur í heilum.

 

Í seinna hálvleiki kundi Manchester United verða nærmast við at skora, meðan Liverpool hevði bóltin meir. Samanumtikið var talan um helst vánaligasta dystin millum hesi liðini í Premier league søguni.

 

Við javnleikinum leggur Liverpool seg á odda í Premier League, meðan Arsenal við 2-0 sigri á Southampton hevur yvirhálað Manchester United á fjórða plássi.