Ein uppgerð hjá SEV vísir, at elframleiðslan hjá elfelagnum minkaði eitt vet í januar í ár. Sambært uppgerð hjá framleiðsludeildini hjá SEV fall elframleiðslan í januar í ár við 0,6% í mun til sama mánaða í fjør.
SEV veit á síni heimasíðu at siga, at framleiðslan í meginøkinum stóð mest sum í stað, meðan framleiðslan í Suðuroy fall við 4,7%.
- Vatnorkan gjørdi góðan mun í januar. Framleiddir vórðu tilsamans 25,1 GWt móti 25,2 GWt fyrsta mánaðin í fjør.
SEV sigur, at framleiðslan úr varandi orku vaks við 4,5% - úr góðum 33% til sløk 38%.
- Av hesum stóð vatnorkan fyri 31% ímóti 26,5% í januar í fjør, sigur SEV.