Eli gjørdi aftur av við B68

Fótbóltur: Eli Hentze skoraði einasta málið í týðandi dystinum hjá sandingum móti B68

1. deild menn:

B71-B68 1-0 (1-0)


Eli Hentze var enn einaferð banamaðurin hjá B68. Toppskjúttin hjá sandingum, sum vanliga ger mál móti toftamonnum, skoraði einasta málið í dystinum á sunnudagin.

Nú hevur royndi álopsmaðurin hjá B71 skotið 11 mál í ár, og hann er við í stríðnum um at gerast toppskjútti í 1. deild. Frammanfyri seg hevur hann spælarar, sum hava skotið mál fyri oddaliðini, Kurt Mørkøre, John Petersen og Jákup á Borg.

Málið, sum avgjørdi dystin, kom longu eftir fimm minuttir. Tað var miðvallarin Kári Sørensen, sum stakk fram ímillum til Eli Hentze, sum gjørdist leysur við málverjanum hjá B68. Eli dróg móti málinum, málverjin hevði hug at koma út, men steðgaði, og tá Eli so smekkaði til, sat bólturin dygst úti við handara stólpa.

1-0 til B71, og tað vóru teir á heimaliðnum serstakliga væl nøgdir við.

Málið gav eisini sandingum høvi at spæla tað spælið, sum teir so gjarna vilja spæla. Teir verja langt afturi á vøllinum, og við kvikum spæli, tá teir fáa fatur á bóltinum, royna teir at gera mál. Í slíkum spæli gongur nógv gjøgnum Eli Hentze og Rúna í Soylu, sum vóru fremstu menninir á liðnum hjá B71.

Og B71 var vandamikið í mótálopunum. Tríggjar ferðir komu teir í rættiliga góðar støður, sum teir einki fingu burtur úr. Peter Ritter, Eli Hentze og Ib Mohr Olsen vóru allir nær við, men eingin kláraði at gera mál.


Tvær ferðir

á stongina

Leikliga var B68 omaná alla tíðina, og teir komu eisini nær fleiri ferðir í fyrra hálvleiki. Teir spældu nógv millum sín á miðvøllinum og fram í síðurnar, har Jákup Djurhuus og Messias høvdu uppgávuna at bróta ígjøgnum.

Jan Petersen spældi hesaferð á miðvøllinum, og hann royndi seg fleiri ferðir við skotum úti frá. Einu ferðina rakti hann stólpan, og tað gjørdi álopsmaðurin Øssur Jacobsen eisini í einu royndini.

Og tað var annars, sum tað hevur verið hjá B68 fleiri ferðir áður. Tað komu nær, høvdu fleiri góð tilboð, men kláraðu ikki at fáa bóltin seinasta teinin í málið.

B71-verjan var ikki so tøtt hesaferð, sum hon hevur verið onkrar dystir í ár. Páll á Reynatúgvu var aftur á aftasta manni og frammanfyri sær hevði hann Ib Mohr Olsen og Bjørn Thorsteinsson. Jógvan Jón Petersen, sum vanliga spælir í miðverjni, var ikki við, tí hann meiddi seg mitt í vikuni.

B68 kláraði fleiri ferðir at spæla seg til góðar kjansir, og teir vóru ikki bangnir fyri at royna seg við skotum úti frá, tá høvi var til tað.


Lupu á við øllum monnunum

Í seinna hálvleiki var myndin tann sama. B68 hevði bóltin meira enn heimaliðið, men B71 var eisini vandamikið, tá teir settu ferð á í mótálopunum.

So hvørt sum dysturin leið, legði B68 alt meira fyri fram eftir vøllinum, og seinastu løtuna, lupu teir á við øllum, sum teir áttu. Álopssinnaðu menninir, Aksel Højgaard og Kristian Poulsen komu av beinkinum og vøllinum fyri at leggja enn meira trýst á B71-verjuna, men hvørgum teirra eydnaðist at gera mál.

Tí var gleðin ófør á heimaliðnum, tá dómarin hevði bríkslað fyri seinastu ferð. Tað kendist sum stóra trýstið, sum hevur verið á liðnum í niðurflytingarstríðnum, var lætt nakað, men hóast tað enn eru tveir dystir eftir at spæla er eitt vist. B71 flytir ikki beinleiðis niður í 2. deild, tað ger antin Sumba ella ÍF.

Men B71 kann detta aftur á næstaaftasta pláss, men so skal tað ganga illa, tí í løtuni eru teir fýra stig frammanfyri ÍF, sum er næstaftast.

B68 hevði ætlað sær at leggja trýst á grannarnar í stríðnum um fimta pláss, men fyrsta royndin miseydnaðist.



B71: Valdemar Nowisci ? Kristian Nielsen, Ib Mohr Olsen, Páll á Reynatúgvu, Bjørn Thorsteinsson, Antines Magnussen ? Kári Sørensen, Julian Florescu, Peter Ritter ? Eli Hentze, Rúni í Soylu

B68: Allan G. Joensen ? Jákup Djurhuus, Edmund Jacobsen, Finn Mørk, Signar Johannesen, Messias ? Marlon, Jan Petersen, Fróði Benjaminsen ? Øssur Jacobsen, Marcelo