Í kunningarskrivi sigur B71, at Eli Hentze ætlandi rennur til Norðskálatunnilin í dag. Samlaði teinurin, hann hevur sett sær fyri at renna, er 145 kilometrar. Føroyarenningin er heitið, sum tiltakið hjá Eli Hentze at renna av Viðareiði til Sumbiar hevur fingið.
Samlaði teinurin er 145 kilometrar, sum óføri sandoyingurin ætlandi skal renna í 10 dagar.
Í gjár byrjaði renningin, og Eli Hentze legði teir fyrstu 20 kilometrarnar aftur um seg, tá hann rann av Viðareiði til Klaksvíkar.
Hesin fyrsti teinurin tók honum 1 tíma og 53 minuttir.
Sagt verður, at veðrið tarnaði honum eitt sindur, men lagið var gott, tá hann kom til Klaksvíkar.
Í gjár luttóku fimm mans í renningini. Umframt Eli sjálvan, vóru Høgni Midjord, Jón Dahl, Jóannes Poulsen og Jóannes í Miðstovuni við á teininum av Viðareiði til Klaksvíkar.
Í dag klokkan 14.30 byrjaði Eli Hentze at renna við tunnilsmunnan í Klaksvík og um alt gongur, sum tað skal, ætlar hann sær at renna til Norðskálatunnilin.
Formaðurin í B71, Ragnar Fossdalsá, fylgir við á túrinum, og hann sigur, at líkindini vóru góð, tá Eli fór undir hendan næsta teinin á longu ferð síni.
Sum skilst, hevur Eli eisini havt ?selskap? á ferðini í dag. Teir, sum renna við honum hesaferð, eru Høgni Midjord, sum spælir við B71, Jón Dahl, ið hevur fortíð í HB og formaðurin í Treystinum, Jonhard Larsen.
Jón Dahl og Høgni Midjord runnu sum nevnt eisini teinin saman við Eli Hentze í gjár.