Hjún halda fram við Víkar Camping

Sunda kommuna hevur gjørt avtalu við Elias og Joan Hammer um at reka kampingøkið norðan fyri Haldórsvík fram til 2026.

Jóannes Prestá, fíggjar-og fyrisitingarleiðari í Sunda kommunu saman við Eliasi og Joan Hammer.

Sáttmálin um kampingøkið norðan fyri Haldórsvík gekk út hin 1. september 2022. Tískil bjóðaði Sunda kommuna fyrr í summar raksturin av økinum út av nýggjum. Samstundis varð raksturin av kampingøkinum við Gjógv eisini boðin út til privat at reka.

 

- Tá freistin at bjóða var farin hin 15. august, var eitt tilboð komið inn upp á kampingøkið í Haldórsvík og einki upp á kampingøkið við Gjógv. Á býráðsfundi hin 29. august varð einmælt samtykt at taka av innkomna tilboðnum upp á rakstur av kampingøkinum í Haldórsvík.

 

Tað siga tey í Sunda kommunu, og her verður lagt aftrat, at býráðið á nevnda fundi eisini samtykti at bjóða kampingøkið við Gjógv út aftur komandi vár.

 

- Tað vóru hjúnini, Elias og Joan Hammer, sum áttu tilboðið upp á raksturin av kampingøkinum norðan fyri Haldórsvík. Seinastu trý árini hava tey rikið Víkar Camping. 

 

Í Sunda kommunu verður víst á, at Elias og Joan byrjaðu frá grundini í Haldórsvík og hava bygt kampingøkið upp til, at tað í dag er eitt sera gott og vælrikið økið.

 

- Tey eru sjónlig á økinum og hava verið ófør at hugna um kundarnar. Tey skipa javnan fyri tiltøkum, og serliga hevur økið verið vælumtókt sum vetrarkamping hjá føroyingum. Tey siga seg tó fara at leggja størri dent á at fáa fleiri útlendskar gestir at vitja um summarið framyvir.

 

Lagt verður aftrat, at Elias og Joan eisini fara at arbeiða fyri at betra um umstøðurnar hjá børnunum, eitt nú við at gera spæliplássið betri. Sáttmálin um rakstur av kampingøkinum er galdandi í ty ár og seks mánaðir - við møguleika at leingja upp til tvey ár, um báðir partar eru samdir um hetta.

 

Jóannes Prestá, fíggjar-og fyrisitingarleiðari í Sunda kommunu saman við Eliasi og Joan Hammer.