Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel spældu í kvøld dyst móti Hamburg í Wonderino høllini í Kiel.
Kiel vóru risastórir favorittar undan dystinum, men tað gjørdist ein harðvunnin 27-25 sigur hjá heimaliðnum. Í steðginum var støðan javnleikur 11-11.
Elias var ikki til at steðga í kvøld. Hann skoraði heili 11 mál fyri Kiel, og átti sín stóra lut í sigrinum.
Elias hevur higartil í trimum dystum í bundesliguni skotið 23 mál fyri Kiel, ið hevur seks stig fyri tríggjar dystir.
Hóskvøldið klokkan 18 verður føroyingauppgerð í ZAG Arena í Hannover. Tá taka Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf móti THW Kiel.
Í morgin klokkan 14 spæla Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin dyst á útivølli móti Gummersbach.