Ella Joensen: Hetta má KÍF gera betur

(Rás2) Ella Joensen, libero hjá KÍF staðfestir eitt súrt 0-3 tap ímóti Mjølnir, men hon trýr uppá møguleikan ímóti Fleyr heima

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Ellu Joensen, libero hjá KÍF, sum saman við liðfeløgunum vann 0-3 ímóti Mjølnir á heimavølli í Kollafirði í bólki 2 í steypakappingini í flogbólti hjá kvinnum.

Settmunurin var 19-25, 20-25 og 20-25. Triðja liðið í bólkinum er Fleyr. Komandi leygardag tekur Fleyr ímóti Mjølnir. Sunnudagin 17. desember tekur KÍF ímóti Fleyr í Kollafirði. Tvey tey ovastu liðini fara víðari til hálvfinalurnar. 

Ella Joensen staðfestir, at talan er um eitt keðiligt tap, og hon og liðfelagarnir mugu gera tað betri komandi dyst ímóti Fleyr um tær skulu vinna seg víðari til hálvfinalurnar. Hon hevur tiltrúgv til, at hon og liðfelagarnir kunnu knógva Fleyr á heimavølli sunnudagin 17. desember.