Ellisakfør nýtast ikki at vera so dýr

At eiga eitt ellisakfar verður ofta hildið at vera ein dýrur sportur, og tað kann tað eisini vera. Men tað valdast í stóran mun, hvat tað er fyri akfør, talan er um.
Nógvi áhugaverd ellisakfør eru bílig at keypa

Fyri nógv fólk hevur dreymbilurin ella motorsúkklan ofta samband við minnir frá barnaárunum. Tað kann t.d. vera ein ávísur bilur ella motorsúkkla, sum onkur í familjuni átti, tá tey vóru ung.

Motorsúkklur hava tann fyrimun, at tær taka ikki so nógv pláss og eru lættar at goyma í kjallarum ella aðrastaðni, har tær kunnu standa heitt og gott. Bilar taka sjálvsagt meira pláss og eru ikki so lættir finna pláss til.

Føroya Ellisakfør hava gjørt nakað við henda trupulleika. Í gamla vatnbrunninum við Gráastein í Havn eru nú møguleikar hjá limunum at varðveita gomul akfør undir góðum og tryggum umstøðum.

Toyota Corona og Mazda 929 Hardtop

Í ymiskum bløðum sum t.d. Klassisk Bil & MC verður lýst við nógvum ymiskum gomlum bilum og motorsúkklum. Eisini í Den Blå Avis (www.dba.dk), og á nógvum heimasíðum eru eisini ellisakfør at finna.

Hetta eru bilar sum kunnu keypast í einum av grannalondunum fyri millum 10 og 20.000 krónur plus mvg av keypsprísinum og frakt til Føroya.

Her eru myndir av tveimum bilum, sum vóru væl umtóktir tann tíð tað var.

Toyota Corona frá 1966, sum var ein av fyrstu Toyota bilunum, sum komu til Føroyar. Teir fyrstu Toyota Crown komu í 1963/64. Seinni komu so eisini Corolla.

Mazda 929 Hardtop var ein bilur, sum var sera væl umtóktur millum unga fólkið í Føroyum í 70-unum.

Hetta eru bilar, sum kunnu keypast fyri millum 8 og 12.000 krónur + mvg. Fyri tey sum hava áhuga, tíð og umstøður, eru góðir møguleikar fyri at ogna sær bílig ellisakfør.